Einki mál kom í Gøtu mikukvøldið. Tað var kortini ikki tí, at tað skortaði upp á møguleikar. Men teir vóru ikki gagnnýttir.
B68 hevur havt stórar trupulleikar at skora mál í ár, og heldur ikki mikukvøldið eydnaðist tað. Men teir høvdu viljan til at arbeiða við at skapa møguleikar. Í útgangsstøðuni vóru teir tríggir á toppinum. Dánial Hansen, sum higartil hevur verið í B68 verjuni, var fluttur fram á álopsplássið í høgru.
At B68 var so álopssinnað hevði við sær, at heimamenninir noyddust at broyta eitt sindur upp á sína uppstilling. Eitt nú varð Hans Pauli Petersen togaður aftur av miðvallarplássinum í høgru.
B68 hevði bólti meiri í fyrra umfarinum, og bólturin var nógv á helvtini hjá heimaliðnum. Men tað gekk striltið hjá B68 at finna vegin til upplagdar málmøguleikar. Ofta løgdu teir innfyri, men tað var sjáldan, at tað vóru teir reyðu, sum møttu innleggunum.
Jóhan Petur Poulsen snittaði frísparksinnlegg á tvørtræið og upp um, og Súni Fríði Johannesen hevði hevði ein góðan stútara, sum málverjin bjargaði væl.
Símun steðgaði
GÍ hevði serliga í 1. hálvleiki hug til at halda nógv fólk aftanfyri bóltin. Men tað vildi ikki siga tað sama sum at teir ikki høvdu eyga fyri álopsspælinum. Heldur var tað soleiðis, at teir lúrdu eftir møguleikanum at fara í skjótálop, og onkra ferðina var um reppið, at tað eydnaðist.
Besta møguleikan fekk Símun Samuelsen, tá ið B68 rangstøðufellan og ungi maðurin var einsamallur á veg ímóti B68 málinum. Men Símun, sum hevði møguleika at spæla tvørturum til Popczynski, steðgaði á. Hann mundi halda, at linjuverjin og dómarin høvdu dømt hann rangstaddan. Tað høvdu teir ikki, og harvið hvarv besti møguleikin hjá GÍ í fyrra umfarinum.
Meiri rótut
Eftir steðgin var eingin munur á liðunum. Bólturin ferðaðist fyri tað mesta millum brotsteigarnar. Talan var um nógvar nærdystir og ikki so skipað spæl, og uppløgdu málmøguleikarnir vóru ikki nógvir.
Besta møguleikan at skora mál fyri B68 fekk Jóhan Petur Poulsen. Hann varð spældur púra blankur, og hann hevði góða tíð, tá ið málverjin kom út á brotsteigarmarkið at verja fyri. Ungi maðurin royndi at lyfta upp um málverjan, og tað eydnaðist. Trupulleikin var bara, at bólturin í staðin fyri at fara í tóma málið datt niður á tvørtræið, og so kom B68, sum síðsta korterið setti Øssur Hansen, ið var illa til passar og tískil ikki var millum teir fyrstu ellivu, á vøllin, ikki nærri at gera mál.
Besta møguleikan at avgera heimaliðnum til fyrimunar fekk Krystof Popczynski sjálvur. Hann rann frá B68 verjuni, men Albert Sævarsson vísti enn eina ferð, at hann er ein sannur knassi millum stólparnar og ikki minst úti í brotsteiginum.
Javnleikurin var tann fimti hjá B68 í átta royndum. B68 vísti, at teir vildu gera nakað við trupulleikarnar, sum teir hava havt við at fáa mál ? bara seks mál í átta dystum ? men tað eydnaðist ikki. Eftir rættuliga strævna viku við Intertoto Cup ferðing og tapi á Mølini tóktust teir í GÍ ikki at hava so nógv ímóti, at tað eydnaðist at fáa stig, sjálvt um tey ikki vóru so nógv.
GÍ?B68 0?0
Dómari: Suni Johansen
GÍ: Jazek Przybylski ? Áslakur R. Petersen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen? Hans Pauli Petersen, Símun Louis Jacobsen, Súni Olsen, Gidek (Høgni Madsen, 63.), Bárður á Lakjuni ? Símun Samuelsen (Jónreid Dalheim, 70.), Krzystof Popczynski
B68: Albert Sævarsson ? Arnbjørn Danielsen, Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen ? Bogi Petersen, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, John Heri Dam (Øssur Jacobsen) ? Dánial Hansen, Súni Fríði Johannesen, Jóhan Petur Poulsen (Øssur Hansen, 75.)