Sum løgtingslimur og kommunulækni varð eg biðin um at svara spurningum um størvini, tað vildi eg fegin, tí eg kenni málið frá byrjan. Var ein av teimum fáu, sum royndi at forða tí risa lønarhækkan hjá løgtingsmonnum, sum knappliga segðist vera neyðug her og nú. Men tá hendan gjørdist veruleiki, og kravið um hálvt alment starv varð partur av lógini, so var tað eins natúrligt fyri meg beinavegin at virða hetta.
Starvið er alment
Tað var týdningarmikið beinavegin at fáa arbeiðs- og lønarviðurskifti míni samsvarandi lógini, men hetta var lættari sagt enn gjørt, tí tvístøða var millum teir partar, ið varðaðu av. Júst tí havi eg í dag hampuliga stórt skjalatilfar tøkt um málið (brøv frá almanna- og heilsumálaráðnum og løgtingsskrivstovuni til hvønn annan og meg), og nógvar samrøður vórðu við hesar almennu stovnar og fakfelag mítt, kommunulæknafelagið, áðrenn endaligan fund við landssýrismannin í almanna- og heilsumálum og embætisfólk hansara h. 23 august í fjør.
Ongantíð havi eg ivast í at starvið sum kommunulækni er alment. Vit verða settir í hetta starv av landsstýrinum, partar av lønini koma frá almanna- og heilsumálastýrinum, vit starvast í hølum, sum býráðið hevur bygt og rindar útreiðslurnar av, og restin av lønini kemur frá sjúkrakassanum, sum eg meti er almennur.
Hesi sjónarmið góðtók eg og førdi tey fram sum grundgeving fyri, at starvið er alment. At sjónarmið eru ímóti hesum, t.d. á pensjónsøkinum, skilji eg, men eg meti hetta at vera eitt mál fyri fakfelagið at fáa í rættlag.
Til avloysari verður funnin
Eftir fundin við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum og nærmastu embætisfólk hansara varð greitt, at stýrið, sum beinleiðis fylgja av at kommunulæknarnir eru alment settir, hevði skyldu at søkja eftir avloysara í viðtaluni at arbeiða hálva tíð. Hetta varð eisini gjørt, lýst varð beinenvegin í Ugeskrift for Læger, men eingin søkti starvið. So skjótt eg varð afturvaldur í løgtingið, heitti eg aftur á almanna- og heilsumálastýrið, nú trivnaðarmálastýrið, at søkja, men útlitini fyri at fáa starvið sett mugu metast av vera smá vegna ein katastrofalan læknamangul í londunum uttanum okkum.
Tann dag tað eydnast arbeiðsgevara mínum at seta hálvtíðarstarvið sum lækni í 8. kommunulækna-starvinum í Suðurstreymi, arbeiði eg hálva tíð í hesum starvi. Hesum greiddi eg sjónvarpinum frá, men eisini, at um tað framhaldandi ikki eydnast at fáa avloysara, so kann fylgjan gerast, at eg velji at siga kommunulæknastarvið frá mær. Í løtuni eru mál í løgtinginum, sum hjarta mítt brennir heitt fyri at fáa loyst, hesum greiddi eg veljarunum frá í valstríðnum í vár, og eg fekk, meti eg, hollan stuðul til hetta. Samstundis røki eg dagliga heilsuviðurskifti teirra sjúklinga, sum hava valt og velja meg til hetta.
Kjakið, ið manglar
Undir viðgerðini av løgmansrøðuni heitti eg staðiliga á landsstýri og løgting at taka læknamangulin í størsta álvara. Greiddi frá syrgiligu støðuni nógva staðir í landinum, har Sandoyggin, sunnara helvt av Suðuroynni og ikki minst Norðoyggjar eru ræðandi dømi um, hvussu støðan fer at síggja út um nøkur fá ár, um ikki grundleggjandi broytingar verða gjørdar. Broytingar, sum skulu bera í sær, at læknar føla tað attraktivt at gerast kommunulæknar- eisini í Føroyum. Sum er, er læknamangulin ein álvarslig hóttan, ikki bert hjá okkum, men í øllum Norðurlondum, og einki bendir á, at hann batnar í bræði.
Undir omanfyrinevndu viðgerð nevndi eg konkreta broyting, ið kundi verðið gjørd og sjálvur havi eg fleiri uppskot um slíkar. Men eg sakni kjakið, eitt kjak, sum fjølmiðlarnir saktans kundu byrjað, trupulleikin er teimum ikki ókendur. Latið okkum skipa viðurskiftini, so læknar fáa hug at koma hendan vegin, og latið okkum fara væl við teimum, ið vit hava tann forrætt at hava fingið at starvast hjá okkum.










