Kanna umstøðurnar áðrenn vit skriva undir Kyoto

-Tað er skeivt, at vit í Føroyum bara skulu siga ja ella nei, tá aðrir gera tað. Vit mugu fyrst hava eitt grundarlag at taka støðu út frá, tá tað ræður um CO2 og hava tí biðið um fyrivarni at seta Kyotoavtaluna í gildi, til vit hava betri tøl at grunda okkara avgerð á sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður

Orka og umhvørvi


Millum føroyingarnar, sum vóru við á altjóða oljumessuni og ?ráðstevnuni í Stavanger herfyri var eisini landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðun Elttør. Hann hitti m.a. bretska starvsbróðurin, Brian Wilson.

Eyðun Elttør sigur seg vera sera væl nøgdar við fundin og heldur fyri, at teir báðir høvdu nógv at tosa um. Serliga fegin er Eyðun Elttør fyri stóra áhugan hjá bretum at fáa nakað skilagott burtur úr einum samstarvi á oljuøkinum millum londini. Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um tað, tí leitingin hevur enn ikki givið verulig úrslit, men ráðharrin var sera positivur fyri einum samstarvi tvørtur um mark, um so er, at eitt oljufelt liggur báðumegin markið sigur landsstýrismaðurin. Hann metti ikki, at hetta fór at skapa stórar trupulleikar og vísti til eina felags frágreiðing, sum bretar og norðmenn hava gjørt um samstarv um felt, sum liggja í norskum og bretskum øki í Norðsjónum.

Eyðun Elttør sigur víðari, at teir eisini nomu við spurningin um samstarv á útbúgvingarøkinum, nú vit føroyingar vilja vera við í eini oljuvinnu og har m.a at fáa útbúgvið fólk til hesa vinnu. Og her eru so eisini møguleikar fyri samvinnu við Bretland.

Á fundinum buðu teir báðir ráðharrin hvørjum øðrum at vitja. Men eingin tíð er ásett til hesar vitjanir.

Landsstýrismaðurin í oljumálum, ið eisini umsitur umhvørvismál, brúkti annars høvi til at fylgja við tí pallorðaskifti, sum var á ráðstevnuni í Stavanger um framtíðar orkuloysnir við atliti til burðardygga menning. -Tað er neyðugt, at vit hugsa um umhvørvi og at vit eisini í orkuhøpi hugsa um burðardygga menning. Vit hava fingið náttúruna og umhvørvi til láns frá okkara eftirkomarum, soleiðis sum indianskur høvdingi so væl segði tað í forðum, og tað er so okkara ábyrgd at lata hetta tilfeingi aftur í sama standi sum vit fingu tað.

Í sambandi við orðaskiftið um burðardygga menning beit hann serliga merki í umrøðuna av støðuni hjá mongum menningarlondum, har tey umframt at vera sera fátøkk eisini tørva orku, her serstakliga elmegi. Hetta er nakað, sum framkomni heimurin má kunna útvega til tey, men samtíðis hevur hann ábyrgdina av, at troytanin av kolvetni til orkuendamál má vera skynsom og í tráð við krøvini til burðardygga menning. Tvs. at dálkingin má vera sum minst.

Eftir oljuráðstevnuna í Stavanger fór Elttør beina leið til Johannesburg at vera við á ráðstevnu har um burðardygga menning. Vit spurdu hann, hvussu tað ber til, at Føroyar hava biðið um fyrivarni fyri at góðtaka Kyotoavtala um útsleppin av CO2. -Eg haldi tað er skeivt, at vit í Føroyum bara siga ja ella nei, tá aðrir gera tað. Vit mugu sjálvi hava eitt støði at standa á, og tí hava vit í spurninginum um Agenda 21 og CO2 , har vit jú eingi serlig tøl hava, biðið um fyrivarni til vit hava betri tøl at grunda okkara avgerð á. Í hesum sambandi hava vit sett eina verkætlan í gongd. Um hálvt ár kenna vit betri tølini fyri Føroyar og kunnu taka eina støðu út frá tí.

Vit hava biðið um fyrivarni við at seta Kyotoavtaluna í gildi tvs. at lækka CO2 innihaldið, tí vit kunnu jú ikki bara siga ja til nakað, sum vit ikki vita nakað um. Vit mugu kenna grundarlagið, áðrenn vit siga ja ella nei.

Landsstýrismaðurin leggur eina við, at hetta hevur einki við oljuna, sum vit nú leita eftir, at gera. Finna vit olju í so stórum mongdum, at hon skal framleiðast, so mugu vit eisini hugsa um, hvat vit tá gera.

Ætlanin var eisini at hitta norska oljumálaráðharran á oljuráðstevnuni, men hetta varð tó av ongum hesaferð. Ístaðin vitjaði Elttør føroyska básin og hitti umboð fyri føroysku fyritøkurnar, ið vórðu har.