Stroyma tiltak um fíggjarligan harðskap

Í dag 25. november er Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum og í tí sambandi verður skipað fyri tiltaki í Smæruni í Tórshavn frá klokkan 13. Evnið er Fíggjarligur harðskapur.

Almanna og mentamálaráðið boðar frá, at tiltakið verður stroymt, til ber at fylgja leinkjuni HER

 

Fíggjarligur harðskapur er evnið á tiltaki á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum 25. novembur, sum Sig Frá, Kvinnuhúsið og Kvinnufelagið í Havn skipa fyri. Her fer at verða varpað ljós á, hvussu fíggjarligur harðskapur vísur seg, hvørjar lógarásetingar eru galdandi á økinum og hvussu fíggjar heimurin kann verða við til at fyribyrgja fíggjarligum harðskapi.

 

Í Føroyum  varð sálarligur harðskapur kriminaliseraður fyrr í ár. Frammanundan hava grannalondini framt somu týðandi lógarbroyting. Royndirnar hagandi hava víst, at fíggjarligur harðskapur er tætt tongdur at sálarliga harðskapinum, ikki minst við felagsnevnarum sum makt, manipulatión, kontroll og hevnd. Hóast hesa niðurstøðu verður samstundis staðfest, at fíggjarligur harðskapur ikki sæst týðiliga aftur sum partur av galdandi lógarverki. Hetta vísir seg at vera ein avbjóðing, ikki minst tí, at fíggjarligur harðskapur hevur við sær langdrignar og oyðileggjandi avleiðingar fyri tann harðskapsrakta.

 

Á tiltakinum 25. novembur verða framløgurog samrøða at lýsa evnið

 

  • Ráðgevið úr Kvinnuhúsinum um
    “Hvat er fíggjarligur harðskapur og hvussu ávirkan hann tann harðskapsrakta?”.
  • Óluva Zachariassen fer at hava samrøðu við eina føroyska kvinnu, um at liva í fíggjarligum harðskapi og hvussu hesar umstøðurnar hava ávirkað lív hennara. 
  • Mimi Steintórsdóttir, advokatur, fer at greiða frá
    “Hvørjar eru galdandi lógarásetingar í sambandi við fíggjarligan harðskap?
  • Turið Arge, forstjóri í Føroya Banka hevur framløgu um
    “Hvat ger fíggjarheimurin fyri at fyribyrgja fíggjarligum harðskapi?”

 

Síðani verður hildið fram við pallborði, við luttøku av  Bjarna Kárasyni, landsstýrismaður í lógarmálu, Sirið Stenberg, landsstýrikvinna í uttanríkis- og vinnumálum og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Tiltakið, sum er alment og ókeypis, verður fyriskipað týsdagin 25. november

frá kl. 13 til 16 í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7 í Havn.