sum í mong ár hava ligið undir grønu torvu, tað gongur so lætt sum fretur eftir gleri. Hóast tað kann órógva og særa eftirkomarar (abbabørn o.fl.), nervar tað ikki slíkt »flogvit«. Hetta gevur orsøk til [...] kennskapur ímillum okkara. Tað er sjálvsagt, at Føringar kenna eitt sindur meiri til danska fólkið, enn tað til Førjafólk, tí vit hava brúkt og livað av tí danska litteraturinum og gera tað enn. Fleiri av Føringum [...] Danskarnir, sum her vóru, siga mær rættin til í hesum. Vit mugu royna at strevast fyri at koma alt longri og longri fram í andligum og kroppsligum sjálvbjargni hvør einstakur og fólkið yvir høvur. Vit mugu halda
jólatræ á vaglinum, hugnalig jólaljós í trøunum við Gamla Bókhandil og longri upp í gongugøtuni við Sparikassan. Jú, sanniliga var tað ein hugnalig sjón at síggja jólamenn í vakra kavaveðrinum.
móti Nesbygd. Allan vegin heimeftir var dorgin full av høgguslokki, men her var einki annað at gera enn at krøkja av og blaka útaftur. Tað var ikki lætt, tí nú var agnhald á húkinum, meðan vanligu høg [...] soleingi føroyskur høgguslokkur fekst. Einki virki brendi inni við tí, tey keyptu. Tað var nevniliga gravgangur eftir hesum frálíka agni, ið var fryst púra fekst. [...] Høgguslokkur Fyri smáum 20 árum síðan var rættiligt høgguslokkarok inni á nøkrum av firðunum kring landið. Menn riggaðu seg til sum best, og hetta var ein óføra stuttligur fiskiskapur. Nógvir, sum royndu
skeinkistøð inni á tónleikaøkinum og komu til ta niðurstøðu, at fleiri seldu rúsdrekka til fólk undir 18 ár, og tað er brot á lógina. Umberingin hjá skeinkistøðunum var, at har vóru so nógv fólk, at tað var ómøguligt [...] í sambandi við arbeiðið við Havnará var tiltakið í ár flutt oman í Vágsbotn, sum riggar avbera væl til slík tiltøk. Sambært løgregluni var tað friðarligt, tó at tað sum so mangan vóru fleiri, ið vóru so [...] so drukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálv. Tey fullu fólini inni á økinum tóku samarittarnir sær av, men tey, sum vóru uttanfyri, tók løgreglan sær av. Aftur hesa ferð vóru samarittarnir til stóra hjálp
bæði inni á Fiskavirking og uttandura. Eitt nú rendi maðurin gaflarnar á trukkinum tvørtur ígjøgnum ein vegg, men eisini annars skaði er hentur inni á virkinum. Tað ringasta varð kortini, at hann var eisini [...] glasi og tað kundi ikki komið okkum til hugs. Ì øllum førum kann slík vøra ikki seljast til mannaføði og tí kann tað elva Fiskavirking til stórt tap. Hon sigur, at fyri nøkrum árum síðani var glas funnið [...] Herverk Leygarnáttina gjørdi ein ungur drongur groft herverk inni á flakavirkinum hjá Føroya Fiskavirking á Tvøroyri. Fòlk var á virkinum og arbeiddu á náttina, summi vaskaðu og onnur koyrdu slógv, tá
bæði sá og merkti tað. Tað var óbehagiligt, tí eg visti ikki, hvat tey søgdu, og tey hugdu so nógv. Erla heldur hóast alt, at tað var lættari at koma útaftur, enn hon hevði væntað. At tað skyldast stuðuli [...] skuldi út úr kirkjuni, var hon sissað nakað, og tað var gott at fáa fríska luft. Eftir jarðarferðina var ervi, og síðani fór Erla heim til beiggja Per, har øll familjan hjá honum var savnað, áðrenn hon fór [...] Hon visti, at tað ikki var orsakað av sær, at Per hevði valt at taka sítt lív, men í hennara verð var spurningurin meira, hvat øll onnur fóru at halda. Eg tordi øgiliga illa útaftur, tí eg var sannførd um
eigaran á Búgvanum, var fyrsta vitni. Hann var umsjónarmaður í Eysturkommunu og hevði sæð, at Búgvin var komin inn á teirra øki. Knappliga var Búgvin horvin, og hann sá olju á sjónum. Hetta var dagin eftir. Hann [...] fyri náttina, men tað var kortanei. Stutt fyri midnátt fór hann umborð aftur á Búgvan. Hann visti ikki onnur ráð enn at flyta hann eitt sindur longur norður Undir øtueiði, tí tað var í Eysturkommu. Hann [...] at Búgvin var burturbeindur, og at tað var gjørt við at loysa botnventilarnar. - Nei, hatta havi eg heilt visti ikki sagt, segði eigarin, sum sjálvur ongantíð hevur verið niðri hjá Búgvanum. Tað hevur hann
nevnt, og sum svunnu í summar. Tá skuldi tað blíva ein harður vetur. Tað kann ikki sigast annað, enn at har hava teir havt rætt. 38 kuldastig og stórkava. Tað er tað, sum vit hava haft her hjá okkum í vetur [...] til. Hann sigur við meg, at tað stendur illa til. Allur magin er oyðilagdur av krabbameini. Hann segði seg ikki hava leingi eftir. Tað var sum at fáa framman á hjá mær. Men tað, sum eg haldi vera ógvuliga [...] mær dámdi illa útsjóndina á honum. Hann var farin so nógv aftur. Hann segði, at hann hevði tað gott. Í vár kom ein sonur hjá honum og segði, at pápi hansara var sendur á sjúkrahús í Nuuk. Ein dagin ringdi
kriminaliteturin øktist - harðskapskriminalitetur var at kalla tann sami gjøgnum øll 80?ini, inntil hann fall rættiliga nógv í 1993. Heldur var tað ein tráan eftir at revsa, sum fekk gróðrarfesti. At [...] narkotika. Svartir menn Fyrsta stigið var at víðkað brotsverk-hugtakið. Gerningar, sum áður vórðu mettir at vera smærri misgerðir gjørdust nú størri brotsgerðir - eitt nú var tað at hava hash uppi á sær og at [...] Revsing er í dag ein stórídnaður. Tað byrjaði, tá fyritøkan U.S. Corrections Corp. í 1984 vann útbjóðingina at reka eitt fongsul í Kentucky. Ein ídnaður var føddur. Í 80?unum var privatisering eitt lyklaorð
at sendararnar ikki hildu longri enn ein mánað. Men tá funnu vit útav, at grindin var í økjunum nærindis Føroyar og Hetland, og at um veturin var hon norðanfyri, sum tá var nýtt fyri okkum, sigur Bjarni [...] ferðir í Føroyum. Kanningarnar eru ikki lidnar enn, og tað er ein longri prosess at fáa eina greiða niðurstøðu um ferðingina hjá grindahvalunum. Men tað, Náttúrugripasavnið hevur sæð inntil víðari, er, at [...] vil kanna, um veiðan av grind í Føroyum er burðardygg. - Tað er jú stórur munur á, um mann veiðir av einum lokalum lítlum stovni, ella um tað er av einum størri spjøddum stovni, sigur lívfrøðingurin,