Seldu ungum undir 18 ár rúsdrekka á Tórsfest

Løgreglan sigur, at hetta fær eitt eftirspæl. Tað var nógv fólk í Vágsbotni í góðveðrinum í gjárkvøldið og í nátt, har tónleikatiltakið Tórsfest var.

Hini árini hevur tiltakið verið hildið í Gongugøtuni og á Vaglinum, men í sambandi við arbeiðið við Havnará var tiltakið í ár flutt oman í Vágsbotn, sum riggar avbera væl til slík tiltøk.

Sambært løgregluni var tað friðarligt, tó at tað sum so mangan vóru fleiri, ið vóru so drukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálv. Tey fullu fólini inni á økinum tóku samarittarnir sær av, men tey, sum vóru uttanfyri, tók løgreglan sær av.

 

Aftur hesa ferð vóru samarittarnir til stóra hjálp, sigur løgreglan. 

Løgreglan sigur, at tey kannaðu fleiri skeinkistøð inni á tónleikaøkinum og komu til ta niðurstøðu, at fleiri seldu rúsdrekka til fólk undir 18 ár, og tað er brot á lógina. Umberingin hjá skeinkistøðunum var, at har vóru so nógv fólk, at tað var ómøguligt at kanna aldurin á teimum.

Men tað er ikki gott nokk, tí talan er kortini um eitt so mikið stórt lógarbrot at selja ungum undir 18 ár rúsdrekka, at løgreglan fer at reisa málið, sum tí fær eitt eftirspæl fyri skeinkistøðini.