Óføroyskt, ómenta


 

Heri Mohr


Einaferð í fjør fekk hvørt mansbarn í Føroyum eina avís ókeypis í hondina. Soleiðis varð øllum føroyingum fráboðað, at hon ? avísin ? fór skjótt at verða borin í heim. Av genetiskum eginleikum fingu vit millum annað at vita, at fostrið ikki hekk í nøkrum politiskum nalvastrongi.

Hesin trivaligi nýføringur vísti seg frá fyrsta degi at vera ein forheðraður buldribassi, sum so at siga beinanvegin kvetti tann ópolitiska nalvastrongin av og tveitti hann á bláman.

Óflongdum vargum líkt er onki heilagt í teirra verð. Eitt nú er ongin trupulleiki at skriva niðrandi um fólk, sum í mong ár hava ligið undir grønu torvu, tað gongur so lætt sum fretur eftir gleri. Hóast tað kann órógva og særa eftirkomarar (abbabørn o.fl.), nervar tað ikki slíkt »flogvit«.

Hetta gevur orsøk til at endurprenta brot úr tí, sum Andr. Samuelsen (Sámalsson) skrivaði í Føringatíðindi 5. september 1900 við heitinum »Føringar og teirra frændir«:

»Hvat Førjafólk følir og vil gera fyri at sambandið millum Førjafólk og danska fólkið kann verða betri og inniligari í framtíðini enn nú, er ikki gott at vita. Nógv av okkum halda, at sambandið er gott sum er, og at einans saknast meiri samverð hjá fólkunum hvørt við annað og betri kennskapur ímillum okkara. Tað er sjálvsagt, at Føringar kenna eitt sindur meiri til danska fólkið, enn tað til Førjafólk, tí vit hava brúkt og livað av tí danska litteraturinum og gera tað enn. Fleiri av Føringum meina, at eitt gott samband einans kann koma í lag, um Føringar leggja allar árar út fyri at verða so nógv Danskarar í sinni og skinni sum møguligt. Hetta má eg halda vera skeivt. Fyrst og fremsti haldi eg, at vit mugu halda uppá at vera okkum sjálvi ? vera Føringar í sinni, tí annars trúgvi eg ikki at tað kann løna seg fyri Danskarar ? danska fólkið ? at arbeiða fyri einum betri og grundigari kenskapi til Føringar, og ivaleyst vilja allir teir Danskarnir, sum her vóru, siga mær rættin til í hesum. Vit mugu royna at strevast fyri at koma alt longri og longri fram í andligum og kroppsligum sjálvbjargni hvør einstakur og fólkið yvir høvur. Vit mugu halda fast og trúliga við okkara tjóðskap og okkara mál og ongantíð gloyma, av hvørjum runni vit eru sprotnir. Hetta má og kann ikki missfatast sum strevan fyri at koma leysir frá Danmarki, ella strevan fyri at steingja seg inni frá øllum teimum nýggju rørslunum, sum fyrifarast uttanfyri okkum. Vit eru jú langt síðani komnir burtur frá slíkum ørvitistosi, sum ongantíð hevur verið meint av teimum, sum hava strevast fyri framgongd hjá Førjafólki og unt tí væl.

  Vit mugu strevast fyri at læra at kenna alt tað góða hjá øðrum fólki, sum vit kunnu hava nyttu av at taka eftir. Vit kunnu her í flest øllum bara fara til okkara frændar Danskarar. Fá fólkasløg standa fremri enn tað danska í útviklingi. Tá ið vit nú føla, at Danskarnir seta prís uppá okkum og okkara land, so má ivaleyst harav vakna og treystna tann fosturlandskærleika, sum býr í okkum og sum er okkara besti fedraarvur, og mana okkum til at strevast so, at hesin lítli pletturin úti í atlantshavinum, sum vit kalla okkara fosturland og sum er okkara fosturland, má koma so langt fram, at vit ikki nýtast at skammast at hoyra til eitt framburðsland sum Danmark. Og fosturlandskærleikin vil mana okkum til at strevast so, at fólkið í útviklingi ? kroppsligum og andligum ? ikki skal standa aftanfyri okkara brøður. Okkara land vil aldrin á allan hátt kunna javnlíkast við Danmark, tað fora viðurskiftini fyri, men longu nú kunnu Danskarnir síggja við virðing til Førjafólk, hvat ymsum greinum av vinnuvegum okkara viðvíkir sum t.d. fiskiskapur og handil.


Eg vildi ynskt, at studentaferðin til Førjar skuldi drigið nógvar slíkar aftaná sær, og eg vildi ynskt, at hendan, ið var, má hava virkað til, at Føringar ein sum allir lova sær sjálvum og sínum fosturlandi, at tá ið studentar frá Danmark eina tíð hereftir koma í flokki aftur til Førjar, teir tá skulu undrast yvir, at landið hevur fingið slíka framgongd. Væl er okkara land fátækt í ymsar mátar, men um Føringar við øllum sínum vilja og av allari megi í fosturlandskærleika vilja løna sínum fosturlandi sum góð børn móður síni, so er landið ikki fátækt«.


Nú kann so ein og hvør gera sína meting um, hvat er óføroyskt og ómentað; tað, ið varð skrivað fyri 100 árum síðan, ella tað, sum í hesum døgum verður skrivað í einum reivlingi í tí føroyska blaðheiminum.