Børnum dáma best tað sum brestur

Nógv er at síggja og royna í Sjóvinnuhúsinum í dag, nú Vísindavøka er

Daniel Jónsson, næmingur á Glasi, stendur við ein bás, og setur eld á kopar og jarn.

 

- Hetta er tað sama sum vit koyra í fýrverk. Jarn glitrar tá tað verður hita upp við eldi, og kopar verður grønt. Hetta sæst til dømis í neistunum á heksaýlum. Neistarnir koma tí har er jarn í.

 

Evnið er eitt sindur tekniskt, og tí ræður um at greiða børnunum frá á ein einfaldan hátt.

 

- Tað visuella vekir áhuga. Vit royna at velja okkurt sum fangar tey ordiliga, og teimum dámar best tað sum brestur.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Sí fleiri myndir her:

 

https://www.in.fo/news-detail/myndir-visindavoeka-i-sjovinnuhusinum