Tað finst ein amerikanskur stórbýur, sum er ikki at síggja á nøkrum korti, sjálvt um tvær milliónir búgva har. Fleiri enn 90 prosent av íbúgvunum eru menn - helvtin teirra svartir. Í 80?unum vaks býurin líka skjótt í manntali, sum San Francisco. Allir íbúgvarnir eru fongsulsfangar, 1,2 millión sita inni fyri lógarbrot, har harðskapur ikki var uppií.
Onki annað land í heiminum sendir líka stóran prosentpart av fólkinum aftan fyri rimarnar sum USA. Ein út av hvørjum 137 amerikanarum situr í fongsli.
Narko-bardagi
Tað hevur ikki altíð verið soleiðis. Í 1973 var ein út av 1042 amerikanarum í fongsli. Sama ár staðfesti NACCJSG (National Advisory Commission on Criminal Justice Standards and Goals), at ?ongar nýggja institutiónir skulu byggjast til vaksin, og verandi støð fyri fólk undir 18 skulu niðurleggjast.? Grundgevingin var, at ?Fongsul hava onki at vísa á uttan eina skelkandi røð av kiksarum.?
Men í 80?unum og 90?unum gjørdist fongslið eitt yndistól á politiska leikvøllinum. Orsøkin var ikki tann, at kriminaliteturin øktist - harðskapskriminalitetur var at kalla tann sami gjøgnum øll 80?ini, inntil hann fall rættiliga nógv í 1993.
Heldur var tað ein tráan eftir at revsa, sum fekk gróðrarfesti. At ?revsa hart? og skjótt hevur verið politiskt korrekt í USA síðani byrjanina av 80?unum, tá táverandi forsetin Ronald Reagan hevjaði ?stríðsflaggið? móti tí, ið síðani er kent sum ?the War on Drugs? - bardagin móti narkotika.
Svartir menn
Fyrsta stigið var at víðkað brotsverk-hugtakið. Gerningar, sum áður vórðu mettir at vera smærri misgerðir gjørdust nú størri brotsgerðir - eitt nú var tað at hava hash uppi á sær og at selja hash í smærri nøgdum mett at vera eitt brotsverk móti amerikanska statinum. Løgreglan fekk størri frælsi at handtaka fólk, loyvi til at lurta loyniligt eftir telefonum, lættari við at gera húsarannsóknir og víðkaða atgongd til persónligar upplýsingar hjá fólki.
Í 1970 vóru fyrstu lógirnar settar í verk, sum góvu myndugleikunum fíggjarligan stimbur at fremja fleiri handtøkur - eitt nú við, at løgreglan í ávísum førum kundi selja vørur, sum hald var lagt á, til tess at fíggja teirra egna fyritakssemi. Talið á fólki, ið arbeiddu innan rættarskipanina reyk í loft. Amerikanska kongressin viðtók ein langan lista við lógum, ið staðfestu rúgvu av treytaleysum dómum og legði lunnar undir ein hóp av langtíðar fongsulsrevsingum. Úrslitið er, at í dag sita fýra ferðir fleiri amerikanarar handan rimarnar enn í 1980.
USA brúkar í dag fleiri pengar upp á fongsul enn upp á menningarhjálp, umhvørvisverndar umboðsstovuna og amerikanska skúlabókmentagrunnin tilsamans.
Hagtølini vísa, at fyri hvørjar fýra svartar menn, sum hava valrætt, hevur ein teirra ikki loyvi at velja - antin tí hann situr í fongsli ella er revsaður áður. Fongslini verða sum oftast bygd úti á landinum, samstundis sum tey fyri tað mesta hýsa býarfólkum. Næstan helvtin av íbúgvunum í lítla býnum Coxsackie - sum liggur í statinum New York - eru fangar, flestu teirra frá New York City - í hagtølunum sæst hetta aftur sum ein ?fólkaflyting?.
Stórídnaður
Revsing er í dag ein stórídnaður. Tað byrjaði, tá fyritøkan U.S. Corrections Corp. í 1984 vann útbjóðingina at reka eitt fongsul í Kentucky. Ein ídnaður var føddur. Í 80?unum var privatisering eitt lyklaorð við miklari kraft og í samsvar við henda tíðaranda varð staðfest, at fyritøkur kundu reka fongsul nógv meira effektivt enn staturin. Í dag hava 31 statir avreitt fittan part av teirra fongsulsumsiting til privatar fyritøkur. Umleið seks prosent av fangunum í USA sita í dag í privatum fongslum. Hesi privatu fongslini umsita fyri umleið 8 milliardir krónur í inntøkum árliga.
Líka sum ein alistøð skapar sítt egna fóður, soleiðis er talið av fangum nú nóg stórt til at framleiða sín egna vókstur. Meira enn ein triðingur av teimum, sum vera send í fongsul eru fólk, sum eru royndarleyslatin, men sum eru ?dottin útí aftur?.
Ein leiðari, ið arbeiðir við rættarhagtølum, Allen Beck, sigur tað soleiðis við blaðið Rolling Stone: ?Alt gongur í ringrás. Jú fleiri tú sendur handan rimarnar, tess fleiri verða royndarleyslatin, tess fleiri eru í vanda fyri at kiksa, tess fleiri kiksa, og soleiðis enda fleiri og fleiri aftur í fongsli.?
Ymsar tulkingar
Ymsu partarnir lesa stóra talið av fongslaðum amerikanarum á ymsar hættir. Tey konservativu vísa á, at harðaru og longri straffarnir hava gjørt, at vandamikil fólk nú sita handan rimar og at hetta júst er orsøkin til, at kriminaliteturin er lækkaður. ?Hóast longri revsing helst er viðvirkandi til, at fleiri sita í fongsli í dag, so hevur hetta eisini verið við til at gjørt, at harðskaps-kriminalitetur er lækkandi,? sigur republikanski senatorurin Strom Thurmond við blaðið Rolling Stone.
Hin vongurin - tey liberalu - geva hevnisøku, sensationalistisku fjølmiðlunum og beinleiðis rasismu skylduna fyri, at so mong í dag sita í fongsli í USA. Hvussu ber tað til, at fleiri fólk frá minnilutum enda í fongsli samstundis sum kriminaliteturin er minkandi, spyrja tey.
?Orsøkin til at vit loyva at vera so revsandi er, at byrðan fellur ikki á tann ráðandi meirilutan men á ein maktarleysan minniluta?, sigur professarin David Cole í blaðnum Legal Times. ?Hugsa tær, hvussu amerikanski rættarpolitikkurin hevði sæð út, um eitt út av fýra hvítum børnum skulu rokna við at vera dømd til eitt ár ella meira í fongsli,? leggur hann aftrat.
Orðaskifti gerst alsamt heitari, tí árliga kostar tað amerikanska statinum útivið 200 milliardir krónur at húsa hesum mongu fangunum - har av 1,2 millión eru send í fongsul fyri ?smærri? brotsgerðir.
Júst henda risaútreiðsla og alsamt økjandi talið av fongslaðum gevur ábendingar um, at almenningurin fyrr ella seinni fer at avgera, at tað loysir seg ikki at senda so mangar av landsins íbúgvum í fongsul
Kelda: Rolling Stone, internet









