Tað var vorðin sum byrjan fyri Víking, tá ið heimaliðið longu í triðja minutti legði seg á odda ímóti KÍ. Hetta var fríggjadagin 19. juni, og sera hendingarríki og undirhaldandi landskappingardysturin í 14. umfari endaði 2-2.
Tað var Mikkel Hyllegaard, sum legði Víking framum 1-0. Tá ið liðfelagarnir komu at fegnast saman við málskjúttanum sást, at hann var skaddur, tá ið hann skoraði, tí Mikkel var ikki førur fyri at standa á beinunum. Hann fór av vøllinum, og síðani hevur hann ikki verið á liðnum hjá Víkingi.
Orsøkin er tann, at danski spælarin er illa skaddur í knænum. Enn er tað ikki heilt staðfest, men tað er okkurt, sum bendir á, at tað er krossbandið, sum er farið, og tað fer aftur at hava við sær, at 27 ára gamli framrættaði spælarin ikki verður at síggja á vøllinum aftur í ár.
Mikkel Hyllegaard kom til Føroya at spæla fótbólt í fjør. Í 2025 spældi hann við 07 Vestur, har hann í 21 dystum í Meistaradeildini skoraði fimm mál. Hann hevur í ár spælt 11 landskappingardystir í Meistaradeildini, og málið ímóti KÍ var tað fyrsta. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann sambært FaroeSoccer spælt tríggjar dystir og skorað tvey mál.










