Enn eingin loysn fyri burt­ur­bein­ing av elbilum

Landsstýrið hevur framvegis ikki funnið eina varandi loysn fyri, hvussu burturbeining av elbilum og serliga battaríum skal fíggjast. Higartil eru færri enn tíggju elbilar latnir inn til burturbeining.

Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen.

 

Sambært landsstýriskvinnuni kann sjálvur elbilurin burturbeinast á sama hátt sum ein bensin- ella dieselbilur, tá battaríið fyrst er tikið úr. Tað eigur tó at verða gjørt á einum verkstaði við neyðugum útbúnaði og serkunnleika.

 

Kommunala Brennistøðin upplýsir, at higartil eru færri enn tíggju elbilar latnir inn til burturbeining. Í løtuni eru fýra battarí og fýrir elbilar í varðveitslu, meðan bíðað verður eftir eini loysn um, hvør skal bera kostnaðin. Tvey battarí eru harumframt send av landinum til viðgerðar.

 

Kostnaðurin fyri at viðgera battarí er stórur. Sambært prísmeting frá Stena Recycling kostar tað umleið 20.400 krónur at handfara og flyta eitt óskatt battarí, sum vigar umleið 700 kilo. Er battaríið skatt, hækkar kostnaðurin til umleið 71.200 krónur.

 

Haraftrat kemur kostnaðurin við at taka battaríið úr bilinum. Sambært upplýsingum frá Bilasølufelagnum kann hetta kosta millum 5.000 og 10.000 krónur, men endaligi prísurin veldst um einstaka bilin og verkstaðið.

 

Landsstýriskvinnan staðfestir, at eingin skipan er fyri, hvør skal bera kostnaðin fyri battaríini. Tí arbeiðir Heilsu- og orkumálaráðið við at finna eina fíggjarliga haldføra loysn, so hvørki Tórshavnar kommuna ella bileigarar koma at standa einsamøll við stóru útreiðslunum.

 

Hon vísir eisini á, at kommunurnar kunnu seta krøv um, hvussu elbilar skulu latast inn til burturbeining. Tær kunnu millum annað krevja, at battaríið verður tikið úr bilinum frammanundan, og at bilur og battarí verða latin inn hvør sær sambært galdandi trygdarkrøvum.

 

Svarið er latið í sambandi við ein skrivligan fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen.