Eirikur Lindenskov
Tá jólamenninir komu í land spældi harmoniorkestri GHM fyri teimum.
Býurin hevur fyrireikað seg væl til jólamenninar og væl er pyntað, vakurt jólatræ á vaglinum, hugnalig jólaljós í trøunum við Gamla Bókhandil og longri upp í gongugøtuni við Sparikassan.
Jú, sanniliga var tað ein hugnalig sjón at síggja jólamenn í vakra kavaveðrinum.










