Tað var ringt at fara út aftur

Sorgin og allar kenslurnar vóru øgiliga torfør at liva við í fyrstuni, men tað ringasta fyri meg var tó at fara út aftur ímillum fólk, sigur 20 ára gamla Erla Petersen úr Fuglafirði. Sjeikur hennara tók lívið av sær í februar mánaði í fjør

Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk


19 ára gamla Erla situr í kamar­inum hjá sær í kjallaranum heima hjá foreldrunum. Hon fæst við eitt hvørt á telduni. Tað er fríggjadagur, og hon hevur verið til hálvársroynd í skúlanum og er bara glað fyri, at vikuskiftið stendur fyri durum. Klokkan nærkast tíggju á kvøldi, og Erla fær ikki fatur á sjeikinum hjá sær. Hon hevur ringt til hansara fleiri ferðir gjøgnum dagin. Eisini sent sms boð. Men onki svar. Hon er eitt sindur ørkymlað, tí hon plagar sum oftast at kunna fáa fatur á honum.
Hann man arbeiða yvir í kvøld, uggar hon seg sjálva.
Uppi í køkinum situr pápi Erlu, tá telefonin ringir. Tað er løgreglan, sum spyr, um Erla er inni. Tað er hon, sigur pápin, og løgreglumaðurin biður pápan halda Erlu innandura, tí Per, sjeikurin hjá henni, hevur tikið seg av døgum.
Per tók lívið av sær heima hjá sær sjálvum fríggjadagin tann 11. februar í fjør. Hann varð funnin um 19 tíðina, og Erla fekk boðini tríggjar tímar seinni. Inni í hús­unum hjá Peri fann løgreglan eitt bræv á telduni, sum Per hevði skrivað um 13 tíðina sama dag. Hetta brævið las systir Per fyri Erlu. Har fekk hon at vita, hví Per hevði valt at taka sítt lív.
Beint tá hataði eg hann, og eg helt, at tað var so ljótt av honum. Men eg skilti avgerðina hjá honum hóast alt. Eg veit, at hann hevði nógvar og tungar trupulleikar at dragast við, men eg helt, at hann var ræðuliga sjálvsøkin at taka lívið av sær uttan at hugsa um, hvat vit av­varðandi standa eftir við, sigur Erla, sum tó ikki leið av tungari skuldarkenslu.
Hon visti, at tað ikki var orsakað av sær, at Per hevði valt at taka sítt lív, men í hennara verð var spurningurin meira, hvat øll onnur fóru at halda.
Eg tordi øgiliga illa útaftur, tí eg var sannførd um, at øll onnur fóru at halda, at tað var mín skuld. At eg var orsøkin til, at Per gjørdi tað, greiðir Erla frá.
Kaldur og ólekkur
Erla sá ikki Per, fyrr enn hon skuldi siga farvæl við hann á kapellinum. Saman við familju og avvarðandi fór hon á kapellið at síggja Per, áðrenn lokið varð lagt á kistuna. Hon bleiv rættiliga kløkk, tá hon sá hann. Hann líktist als ikki sær sjálvum. Var gráur í andlitinum og hárið lá øðrvísi enn vanligt.
Eg vildi ikki nema við hann, tí hann var so kaldur og ja....ólekkur. Soleiðis vildi eg ikki minnast hann, greiðir Erla álvarsom frá.
Hon hevði ilt við at standa inni í kapellinum og hevði allatíðina hug at fara út. Men hon varð verandi, og so við og við gekk ræðuligi veruleikin upp fyri henni. At Per var burtur, og at hann hevði sjálvur gjørt tað og tikið avgerðina um tað.
Eg ivaðist longi, um eg skuldi fara á kapellið. Men eg valdi at gera tað, tí so sá eg við mínum egnu eygum, at hann veruliga var deyður, sigur Erla, sum gekk saman við Per í góð trý ár.
Knúturin loysnaði
Per fór til gravar sætta dagin eftir. Allar dagarnar gekk Erla mest sum fyri seg sjálva við kenslunum og tonkunum. Hon tosaði ikki við nakran og græt millum lítið og onki. Undir jarðarferðini sang Essa Jacobsen. Erla minnist ikki, hvør sangurin var, men tá hendi nakað. Kensl­urnar tóku yvir, og loksins fór hon at gráta.
Eg tútbrølaði. Bæði hart og longi. Alt skuldi bara út, og eg hevði ilt við at steðga aftur, greiðir hon frá.
Hon hevði gingið einsamøll við øllum tonkunum og kenslun­um alla vikuna, og nú var ovboðið.
Mamma hennara sat hjá henni. Hon græt eisini og bað Erlu halda fram við at gráta, tí hon ikki hevði grátið ordiliga, síðani tey fingu deyðsboðini. Tað var ein lætti fyri Erlu at fáa sett hol á kenslurnar.
Tá kistan skuldi út úr kirkjuni, var hon sissað nakað, og tað var gott at fáa fríska luft. Eftir jarðarferðina var ervi, og síðani fór Erla heim til beiggja Per, har øll familjan hjá honum var savnað, áðrenn hon fór heim til sína egnu familju.
Hóast hon als ikki føldi, at hon kundi loyva sær at fara út, fór hon heim til eina vinkonu seinni tað kvøldið. Hon vildi ikki sita einsamøll.
Tað ringasta er at sita einsa­møll heima við øllum tonkunum. Tá er tað nógv betur at sleppa út og vera saman við góðum vinfólki.
Øll hugdu
Teir seks dagarnir frá tí at Per varð funnin, til hann fór til gravar vóru sera langir. Erla tordi næstan ikki at fara út. Hon var heima frá handils­skúl­an­um á Kambsdali, har hinir næmingarnir gingu til hálv­ársroyndir.
Tað var longi at bíða eftir jarðarferðini, tí alt stendur í stað.
Nógv fólk ringdu ella sendu smsboð til hana, men kortini kendi Erla seg øgiliga einsamalla. Hon stúrdi fyri, hvussu tað fór at verða at fara út aftur millum fólk og ikki minst í skúla aftur.
Mánadagin aftan á jarðar­ferðina fór Erla aftur í skúla. Tá hevði hon verið heima í eina viku.
Næstan øll í flokkinum høvdu verið til jarðarferðina, so hon hevði heilsað upp á flestu teirra. Tað lætti um hjá henni tann morgunin hon kom aftur í skúla. Floksfelagarnir royndu sum frægast at lata sum onki, søgdu góðan morgun og smáprátaðu, men tað bar ikki til at káva út yvir syrgiliga huglagið.
Støðan batnaði so líðandi út á seinnapartin, men tá Erla og hini í flokkinum fóru til matarsteðg, merkti Erla veruliga, hvussu fólk hugdu at sær. Tá hon kom gangandi, fylgdu næmingarnir í hinum flokkunum henni við eygunum og tutlaðu sínámillum. Hvat tey søgdu, veit Erla ikki, men hon bæði sá og merkti tað.
Tað var óbehagiligt, tí eg visti ikki, hvat tey søgdu, og tey hugdu so nógv.
Erla heldur hóast alt, at tað var lættari at koma útaftur, enn hon hevði væntað. At tað skyldast stuðuli frá góðum vinfólki og góðari familju, er hon ikki í iva um. Og hon heldur fram, at trúgvin á Gud hevur hjálpt og styrkt hana væl í sváru tíðini aftaná.
Stutt tíð var fráliðin, tá Erla byrjaði at hoyra søgur, sum vóru farnar at ganga. Ein var, at Erla skuldi vera við barn. Ein onnur var, at Per hevði tikið sítt lív, tí Erla hevði gjørt tað liðugt.
Eg hoyrdi enntá, at vit skuldu havt gjørt tað saman, greiðir Erla frá og ristir við høvdinum.
Hon royndi at látast sum onki og ikki taka sær tykni av mongu søgunum.
Broytti alt
Sjálvmorðið hjá sjeikinum hevur broytt Erlu nógv.
Hetta hevur styrkt meg sálar­liga. Eg eri eisini lívsglaðari, meira spontan og sosial, heldur Erla sjálv.
Hinvegin hevur tilburðurin eisini gjørt sítt til, at hon ikki orkar fyri, tá hon ikki fær fatur á fólki beinanvegin.
Eg gerist alt fyri eitt ørkyml­að, um eg ringi ella sendi sms boð til onkran, og tey ikki svara beinanvegin, men tað má eg sláa meg til tols við, staðfestir Erla.
Í dag hevur Erla Petersen tað gott. Hon er komin nakað víðari, men ofta spøkir tilburðurin við Peri aftur í huganum á henni. Onkuntíð hevur hon eisini droymt, at hon tosar við hann og spyr hann, hví hann gjørdi tað.
Tá vakni eg, beint áðrenn hann svarar.
Erla hevur eisini hitt fólk, sum ikki vita, hvørjum hon hevur verið úti fyri. Hon hevur hitt fólk, sum hon ikki hevur sæð í longri tíð, sum hava spurt hana, um hon framvegis hevur sjeik.
Nei, eg eri støk, sigi eg bara og royni at skifta evnið. Tí hitt hevði verið ov pínuligt serliga fyri tey, ið ikki vita av tí.
Tað sama ger seg galdandi, tá tey í skúlanum hava kjak um ymisk etisk evni. Tá kemur sjálvmorð ofta fram sum eitt av evnunum. Tá velur Erla sera tilvitað at tiga, og hon heldur, at fólk eisini halda seg aftur undir tílíkum kjakum, tá hon er tilstaðar.
Fyrstu ferð Erla kendi, at gerandisdagurin var lætnaður, var, tá hon fór aftur í skúla eftir summarfrítíðina í fjør. Fólk høvdu vant seg við, at Erla var ein av teimum fólkunum í Føroyum, sum hevur upplivað at missa ein persón orsakað av sjálvmorði. Fólk høvdu fingið annað at tosa um, og Erla hevði lært seg at fara víðari við lívinum.
Hetta seinasta árið hevur hon lagt sjálvmorðið hjá Peri so mikið aftur um seg, at hon ikki longur hugsar um tað hvønn dag.
Men tað fer at fylgja mær alt lívið, sigur Erla Petersen, sum aftan á summarfrítíðina hevur ætlanir um víðarilesnað í Danmark.