Veddingarfyritøkurnar høvdu ongantíð trúð, at danski Eurovision-luttakarin, Sissal, fór at koma víðari til stóru finaluna í altjóða sangkappingini í ár.
Men hon trossaði oddsmakararnar og endaði á 23. plássi í kvøld, tá ársins finala var í St. Jakobshalle í sveisiska býnum Basel, har JJ úr Eysturríki endaði við at vinna kappingina, tá atkvøðurnar hjá hyggjarunum og dómsnevndini vórðu lagdar saman.
Soleiðis hevur gingið hjá Danmark í Eurovision seinastu tíggju árini:
* 2025: 23. pláss - Sissal: "Hallusinatión".
* 2024: 29. pláss (reyk út í hálvfinaluni) - Saba: "Sand".
* 2023: 33. pláss (reyk út í hálvfinaluni) - Reiley: " Breaking My Heart ".
* 2022: 31. pláss (reyk út í hálvfinaluni) - Reddi: " The Show ".
* 2021: 29. pláss (reyk út í hálvfinaluni) - Fyr & Flamme: " Øve os på hinanden ".
* 2020: Eurovision avlýst orsakað av koronufarsóttini.
* 2019: 12. pláss - Leonora: "Love Is Forever".
* 2018: 9. pláss - Rasmussen: "Higher Ground".
* 2017: 20. pláss - Anja Nissen: "Where I Am".
* 2016: 39. pláss (reyk út í hálvfinaluni) - Lighthouse X: "Soldiers of Love". Lighthouse X: "Soldiers of Love".
Kelda: Eurovision.
/Ritzau/