Høgguslokkur
Fyri smáum 20 árum síðan var rættiligt høgguslokkarok inni á nøkrum av firðunum kring
landið. Menn riggaðu seg til sum best, og hetta var ein óføra stuttligur fiskiskapur. Nógvir, sum royndu, høvdu ongantíð veitt høgguslokk áður og vistu tískil ikki, at hvør einasti høgguslokkur, sum kemur úr vatnskorpuni, ger eitt tjúkt sproyt við ?blekki? eftir tí sum fyri er. Tað ráddi um at vera í oljuklæðum og onkrum uppi á høvdinum. Annars sást tú út, sum hoyrdi tú ikki heima her á landi, men onkustaðni í Afriku! Andlit og hár vórðu rakt av ?blekkinum?, og stundum noyddist tú at taka eitt klædnaplagg eftir andlitinum fyri yvirhøvur at skula síggja nakað. Smábátar og deksfør fingu nógvan høgguslokk ? ja, upp í tons, tá ið best lá fyri. Men stutt tíð gekk; so vóru goymslurnar á flakavirkjunum kring landið fullar, ella hættaðu virkisleiðslurnar sær ikki at keypa meira, tí tær vistu ikki, um tær fóru at sleppa av aftur við agnið. Pláss skuldi sjálvandi eisini vera fyri teirri dagligu framleiðsluni, sum var fiskur.
Nógv broytt
Hetta var í eini tíð, tá ið møguleikarnir at frysta vóru nógv, nógv meira avmarkaðir enn í dag, nú fleiri frystigoymslur eru bygdar, og samlaða móttøkuorkan í landinum er velduga stór.
Teir, sum fiskaðu, harmaðust um, at teir noyddust at gevast, men her var einki at gera, tí skuldi høgguslokkurin veiðast, mátti hann eisini frystast.
Hetta var eitt óvanligt ár til høgguslokk; tað vistu allir, og fleiri ár kundu ganga, til slíkt høgguslokkarok gjørdist veruleiki aftur.
Inni á Tangafirði, Kaldbaksfirði, á Funningsfirði og norðuri í Sundunum lógu bátarnir so tættir sum í grind. Nógva aðrastaðni kring landið fekst eisini høgguslokkur. Tá ið goymslurnar vóru fullar á einum virki, varð ringt og spurt aðrastaðni, um teir vildu keypa, men skjótt var eingin keypari eftir, og bátarnir góvust at fiska.
Minnist, at eftir at eingin keypti meira hetta árið, var framvegis nógvur høgguslokkur at fáa. Var eitt kvøldið við seiðadorg á Eystnesi og damlaði heim móti Nesbygd. Allan vegin heimeftir var dorgin full av høgguslokki, men her var einki annað at gera enn at krøkja av og blaka útaftur. Tað var ikki lætt, tí nú var agnhald á húkinum, meðan vanligu høgguslokkapilkarnir eru ?reinir? og hava einki agnhald.
Nú er tíðin
Fyri sløkum 20 árum síðan hildu menn, at nakað av høgguslokki man vera inni á firðunum á hvørjum heysti, og kanska er nakað um tað. Men royndin man ikki vera tann stóra, tá ið hendan tíðin er. Áhugavert hevði tó verið, um menn, sum búgva nær gomlu høgguslokkafirðunum, funnu sær pilkarnar fram og gjørdu nakrar royndir, nú grindir leggja beinini kring landið.
Grindahvalurin etur høgguslokk, og tí kann hugsast, at tað er høgguslokkurin, hann gongur eftir, nú grindabólkar eru at síggja nær landi.
Høgguslokkurin, sum fingin varð í sínari tíð, royndist ómetaliga væl sum agn, og júst hendan veturin var útróðurin góður, soleingi føroyskur høgguslokkur fekst.
Einki virki brendi inni við tí, tey keyptu. Tað var nevniliga gravgangur eftir hesum frálíka agni, ið var fryst púra fekst.