Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, fer í morgin á fund við aðalskrivaran í NATO, Mark Rutte.
Tað váttar forsætismálaráðið fyri DR.
Forsætisráðfrúan fer tí at gista í Brússel eftir eyka toppfundin, sum var í kvøld.
Fundurin við NATO-aðalskrivaran kemur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár hevði fund við Mark Rutte.
Eftir fundin frættist, at Trump og Rutte vóru samdir um karmar fyri framtíðar avtalu um málið um Grønland.
/Ritzau/











