Vilja hava so nógva vitan um grind sum gjørligt

- Grindin ferðast langt suður eftir

Fimm hvalir vórðu merktir í Bø seinnapartin í dag. Ein grind varð funnin í Vágum, og grindaformenn og sýslumaðurin tóku saman við Náttúrugripasavninum avgerð um at merkja grindina.

 

Náttúrugripasavnið vil hava so nógva vitan um grind sum møguligt, og tí hevur mann seinastu árini merkt hvalir.

 

- Aðalendamálið við merkingini er at finna útbreiðsluøkið hjá grind. Vit vilja kanna, um teir grindahvalirnir, sum koma til Føroya, eru partur av einum stórum samlaðum stovni, sum ferðast runt í øllum Norðuratlantshavinum, ella um tað kanska er ein lokalur stovnur, sum bara ferðast í økjum nærindis Føroyar, sigur Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum. 

 

Náttúrugripasavnið vil kanna, um veiðan av grind í Føroyum er burðardygg. 

 

- Tað er jú stórur munur á, um mann veiðir av einum lokalum lítlum stovni, ella um tað er av einum størri spjøddum stovni, sigur lívfrøðingurin, Bjarni Mikkelsen. 

 

Mann hevur merkt hvalir umleið fimm ferðir í Føroyum. Kanningarnar eru ikki lidnar enn, og tað er ein longri prosess at fáa eina greiða niðurstøðu um ferðingina hjá grindahvalunum. Men tað, Náttúrugripasavnið hevur sæð inntil víðari, er, at grindin nokk er partur av einum størri stovni.

 

- Tær fyrstu merkingarnar vórðu ávirkaðar av, at sendararnar ikki hildu longri enn ein mánað. Men tá funnu vit útav, at grindin var í økjunum nærindis Føroyar og Hetland, og at um veturin var hon norðanfyri, sum tá var nýtt fyri okkum, sigur Bjarni Mikkelsen.

 

- Tær seinnu merkingarnar hava víst, at grindin ferðast langt suður eftir, so tað kundi týtt uppá at grindin, sum kemur her, nokk hoyrir til ein størri samlaðan stovn.

 

Náttúrugripasavnið fer í næstum saman við øðrum stovnum at gera nýggjar eftirmetingar av kanningunum.