– Vit heiðra Oddvør fyri hennara góða og týdningarmikla arbeiði í Beranum fyri menniskju í sorg og kreppu. Oddvør hevur givið nógvum einstaklingum og familjum ein møguleika at liva víðari eftir sváran miss. Hon hevur víst serligan førleika til at skapa eitt trygt rúm at deila sorgina og finna vónina í eini tungarið tíð. Oddvør hevur eisini sett fokus á sorg sum eitt sálarheilsuviðurskifti, sum ávirkar nógv, men sum ofta ikki fær nóg stóra umrøðu í samfelagnum, skrivar Sinnisbati.
– Vit heiðra somuleiðis Elsebeth Sannu, sum í fleiri áratíggju hevur arbeitt hjá Almannaverkinum og seinastu árini sum leiðari í sosialpsykiatriini. Elsebeth Sanna hevur við sínum nærlagni, fakligheit, persónligheit og relatiónsførleikum verið ein, ið gongur undan innan sosialpsykiatriska økið. Elsebeth Sanna er ein fyrimynd fyri bæði starvsfólk og tey, ið brúka sosialpsykiatrisku skipanina. Hon megnar at fáa bæði starvsfólk og brúkarar at blóma.
– Vit ynskja Elsebeth Sannu og Oddvør hjartaliga til lukku við virðislønini og takka teimum fyri teirra góða og týdningarmikla arbeiði, skrivar Sinnisbati í grundgevingini.
##med2##
##med3##