TB venjarin verður tvey ár aftrat á Tvøroyri

Thomas Thinggaard og TB hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at danski venjarin eisini tvey tey næstu árini verður í felagnum

Sunnudagin fer TB norður til Klaksvíkar. Um tað ikki eydnast TB at vinna stig ímóti føroyameistarunum, so er tað heilt nógv, sum bendir á, at TB í 2026 fer at spæla í næstbestu deildini.

 

Hóast tað er óvist, hvussu tað verður við besta liðnum í 2026, so hevur Tvøroyra Bóltfelag tryggjað sær, at venjarin, sum hevur verið á Tvøroyri tað mesta av hesum árinum, eisini verður TB venjari í 2026 og 2027. TB skrivar soleiðis í kvøld:

 

TB og venjarin, Thomas Thinggaard, hava longt samstarvið fram til 2027.

 

Okur eru sera fegin um, at okur í TB hava tryggjað okkum Thomas tvey tey næstu árini. Thomas er ein dugnaligur, arbeiðssamur og professionellur venjari.

 

Formaðurin í felagnum, André Dalfoss, er eisini ovurfegin um samstarvið:

 

“Okur eru øll sera glað fyri, at okur hava tryggjað okkum Thomas tvey ár afturat.

 

Thomas vísti sínar dygdir beinanvegin, tá hann kom til felagið í juni. Hann hevur fingið ró á felagið. Hjálparvenjaratoymið, ungdómsvenjarar og leiðslan eru sera væl nøgd við hansara arbeiði.”

 

André leggur afturat:

 

“Hann hevur fingið nógvar ungar menn at spæla nógvar minuttir. Hann hevur ongantíð verið í iva um, hvat felagið ynskir – og tí er Thomas perfektur til TB.”, skrivar TB í kvøld.