Eigarin bíðar við at fara niður á Búgvan

Málið um trolbátin Búgvan II, sum 25. mars í fjør fór til botns á Skálafjørðinum skal lýsast betur enn tað var til rættarfundin mánadagin. Aðrir froskmenn hava verið niðri á vrakinum, men eigarin noktar at fara við, til málið er avgreitt í rættinum

Tað dregur út at fáa greiðu á, um gamla trolbátin Búgvan II antin sakk ella varð søktur á Skálafjørðinum 25. mars í fjør. Ákæruvaldið heldur uppá, at eigarin søkti bátin sjálvur, men maðuron noktar seg sekan.
Herfyri var málið á rættarlistanum, men varð tikið av aftur. Mánadagin var rættarfundurin, men málið varð ikki tikið upp til dóms tann dagin, tí ákærin kravdi fleiri kanningar gjørdar, og hesum eftirlíkaði dómarin.
Politiið hevði ikki kannað málið nógv væl, segði ákærin.
Búgvin II lá sum vrak við bryggjuna á Toftum í longri tíð, til ein maður keypti hann í mars fyri 10 krónur.

Keypti fyri stálið
Ætlan hansara var alla tíðina at høgga bátin upp, tí stálið í skipinum var nakað vert, segði hann í rættinum. Stálið kundi seljast til Svøríkis.
24. mars fóru hann, ein vinmaður og nøkur fólk aftrat við tveimum gummibátum á Toftir. Fyri at kunna sleipa Búgvan, var neyðugt at seta eina lensipumpu umborð og aggregativ at geva streym.
Motorurin riggaði ikki, og tí fóru tey at sleipa Búgvan við tveimum gummibátum.
Upprunaliga ætklanin var at sleipa Búgvan sama dag inn í Skálafjørð og taka hann upp har. Men tað tók longri tíð enn vænta at sleipa, og fólkini umborð vóru køvd, og tí varð kósin í staðin sett móti Skipanesi fyri at gera ein steðg har, greiddi eigarin frá í rættinum. Tey ivaðust eisini í, um nóg nógv bensin var í bátum og aggregati.
Tað gekk minni væl at leggja at á Skipanesi, tí Búgvin fór upp á ein flúr sunnan fyri bryggjuna. Eina løtu tók tað at fáa hann leysan.

Far avstað!
Tá ið teir høvdu bundið Búgvan, kom havnameistarin oman og segði við vinmannin hjá eigaranum, at báturin kundi ikki liggja har. Hetta varð vinmaðurin biðin um at siga við eigaran.
Løtu seinni ringdi eigarin til havnameistaran fyri at spyrja, um báturin ikki kundi liggja har fyri náttina, men tað var kortanei.
Stutt fyri midnátt fór hann umborð aftur á Búgvan. Hann visti ikki onnur ráð enn at flyta hann eitt sindur longur norður Undir øtueiði, tí tað var í Eysturkommu.
Hann hevði ikki biið um loyvi til tað, og hann hevði heldur ikki biðið Runavíkar kommunu um loyvi frammanundan.
Ákærin spurdi eigaran, um hann hevði tiki aggregatið við sær í land á Skipanesi, men tað noktaði eigarin at hava gjørt.

Fór út einsamallur
Meðan vinmaðurin fór yvir til gummibát sín, fór hin at gera klárt, loysti og byrjaði at sleipa Búgvan norðureftir.
Hann hevði einki samband við vinmannin ímðan.
- Eg fekk ikki ringt, tí eg hevði nóg mikið at gera í bátinum, segði eigarin.
Vindurin lá av landi, og eigarin kom í gummibátinum við Búgvanum upp á sleip longri og longri út á fjørðin. Vinmaðurin kom ikki við báti sínum, og ta
Vísti seg seinni, at hann hevði ikki fingið bátin í gongd.
Búgvin bleiv tyngri og tyngri, og tá ið hann tók at søkka, hevði hann kappað endan við einum knívi.
Hann varð liggjandi á fjørðinum eina løtu, sigldi so inn. Hann ringdi til vinmannin og bað hann hjálpa sær at fáa gummibátin upp á land.
Teir so gjørdu, koyrdu bátin aftur til Havnar og fóru so inn aftur til Runavíkar.

Ongantíð sagt so
Ákærin vildi vera við, at eigarin hevði sagt við politiið, at Búgvin var burturbeindur, og at tað var gjørt við at loysa botnventilarnar.
- Nei, hatta havi eg heilt visti ikki sagt, segði eigarin, sum sjálvur ongantíð hevur verið niðri hjá Búgvanum. Tað hevur hann ikki viljað gjørt, so leingi sum málið koyrir í rættinum.
Maðurin, sum meldaði eigaran á Búgvanum, var fyrsta vitni. Hann var umsjónarmaður í Eysturkommunu og hevði sæð, at Búgvin var komin inn á teirra øki.
Knappliga var Búgvin horvin, og hann sá olju á sjónum. Hetta var dagin eftir. Hann hevði meldað av illgruna um, at báturin var søktur.

Nýggjar upplýsingar
Vinmaðurin, sum hevði verið við, var eisini avhoyrdur sum vitni. Hann greiddi m. a. frá, at hann og ein felags vinur hjá teimum tvær ferðir sum froskmenn høvdu verið niðri á Búgvanum, sum stóð beint upp og niður á botninum.
Hetta var nýtt fyri ákæranum, sum bað um at fáa fundin útsettan. Hann vildi hava fleiri kanningar gjørdar og fáa skipakøn fólk at úttala seg um, hvat skal til fyri at eitt sllíkt skip kann søkka.
Verjin mótmælti, men dómarin valdi at lurta eftir ákæranum.
Nær málið kemur fyri rættin aftur, veldst um, nær politiið er liðugt við sínar nýggju kanningar.
Ákærin ásannaði í rættinum, at málið var sum heild alt ov illa lýst av politinum.