U21 EM: Altjóða óroyndur dómari til dystin Frakland-Føroyar

U21-landsliðið hevur torføra uppgávu á útivølli í kvøld

 

Í kvøld klokkan 20 spæla U21-landsliðini hjá Fraklandi og Føroyum EM-undankappingardyst á Stade de Alpes leikvøllinum í Grenoble.

 

10. oktober vann Frakland 6-0 á Føroyum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Tað verður ein altjóða óroyndur dómari, ið skal leiða dystin millum Frakland og Føroyar. Talan er um 35 ára gamla, Igor Boșca sum fyrst gjørdist altjóða dómari 1. januar í ár.

 

Igor Boșca hevur dømt fýra U17 undankappingardystir, og ein dyst í undankappingini í Conference League. So tað eru ikki tær nógva altjóða royndirnar talan er um.

 

FRAKLAND - FØROYAR:

 

Dómari: Igor Boșca MDA

Hjálpardómari 1: Vlad Lifciu MDA

Hjálpardómari 2: Victor Mardari MDA 

Fjórði dómari: Daniel Luca MDA

UEFA dómaraeygleiðari: Kevin Parry WAL

UEFA umboð: Camelia Nicolae ROU