Herverk
Leygarnáttina gjørdi ein ungur drongur groft herverk inni á flakavirkinum hjá Føroya Fiskavirking á Tvøroyri.
Fòlk var á virkinum og arbeiddu á náttina, summi vaskaðu og onnur koyrdu slógv, tá ið ein ungur drongur kom inn á virkið áðrenn nakar varnaðist og fór av stað við einum trukki.
Síðani byrjaðin ein vitleys koyring bæði inni á Fiskavirking og uttandura. Eitt nú rendi maðurin gaflarnar á trukkinum tvørtur ígjøgnum ein vegg, men eisini annars skaði er hentur inni á virkinum. Tað ringasta varð kortini, at hann var eisini inni á goymsluni, har tann virkaði fiskurin liggur á goymslu.
Har fóru fleiri pannur av frystum fiski eftir gólvinum. Men har hendi eisini tað, at rúturin á trukkinum fór í spønir so at glasplintur fóru í allar ættir.
Tí verður goymslan á Fiskavirking nú kannað ógvuliga nágreiniliga og er minsti illgruni um, at glassplintur eru komar í framleiðsluna, verður vøran burturbeind.
- Vit kunnu ikki taka nakan sum helst kans á hesum øki, tí hendir tað, at ein keypari í útlondum fær fisk við glasspintrum í, verður tað til óbótaligan skaða, siga tey á Fiskavirking á Tvøroyri.
- Tí er longu nú greitt, at nakað av fiski verður beint burtur, men, hvussu umfatandi skaðin er, visti hann ikki at siga í morgun.
Tað var eitt mál, sum tey arbeiddu við at kanna.
Sambært Degi og Viku í gjárkvøldið, hevði løgreglan tikið mannin og hann hevði játtað seg sekan.
Í allarstørsta álvara
Gurðið Andorsdóttir, góðskuleiðari á Fiskavirking, sigur, at álvarin í hesum málið kann ikki undirmetast.
- Tað kann ikki koma upp á tal, at fiskur verður latin av húsinum, sum minsti illgruni er um, at glassplintur kann verða í, sigur hon.
- Tað er eitt mál, sum bæði vit, matvørumyndugleikar og keyparar taka í strøsta álvara. Vit hava ikki loyvi til selt fisk, sum vit hava minsta illgruna um, er dálkaður við glasi og tað kundi ikki komið okkum til hugs.
Ì øllum førum kann slík vøra ikki seljast til mannaføði og tí kann tað elva Fiskavirking til stórt tap.
Hon sigur, at fyri nøkrum árum síðani var glas funnið í Jogurt í Bretlandi, og tá kom ein áheitanum at gera ein beinleiðis glaspolitikk og tað hevur Fiskavirking eisini havt í nógv ár.
Tann glaspolitikkurin sigur, at øll vøra, sum er inni í einum rúmi, er glas er brotnað, skal kannast.
Enn vita vit ikki, hvussu nógv av goymsluni á Fiskavirking á Tvøroyri skal burturbeinast, men vit vita, at glassplinturnar frá trukkrútinum eru farnar víða um á goymsluni, sigur hon.
- Hóast fiskurin er innpakkaður kann glas trongja inn ígjøgnum pakningin.
- Verður endurgjald reist ímóti manninum, kann tað gerast dýrt hjá honum, men hvussu dýrt tað verður, veldst fyri ein stóran part um, hvussu nógvan fisk tey boyðast at beina burtur.
Góðskuleiðarin á Fiskavirking ivast ikki í, at endurgjaldskrav verður reist ímóti dreinginum og tað kann skjótt verða honum ein dýr søga. Tað veldst fyri ein stóran part um, hvussu nógvan fisk tey boyðast at beina burtur, men talan kann rættiliga skjótt verða um milliónir.











