Jákupi á Borg. Tann fyrri er ein hin størsta orsøkin til góðu úrslitini í síðstuni, og tann seinni er í betri formi enn leingi. Men kortini eru báðir vigaðir og funnir ov lættir – og tað upp á ein máta [...] verið upplagt hjá einum venjara til bara henda eina dystin at bygt víðari á tað, sum longu er bygt upp. Sjálvandi eru ikki allir útisetarnir tøkir til henda dystin ímóti Íslandi, men har eru aðrir at taka [...] máta, ið bert kann geva dumpikarakter! Um sæð verður burtur frá trimum teimum royndastu, sum eru tiknir út til Íslandsdystin, so hava hinir í hópinum í miðal tríggjar landsdystir í part. Til samanberingar
10 prosentum um minuttin. Fyrr yvirlivdi eingin. Tað eru mest fólk frá 40 árum og uppeftir, sum fáa hjartatilburð, men dømi eru eisini um heilt ung ítróttarfólk, sum mitt í øllum smella um. - Vit eru øll [...] sigur Hans Jákup Simonsen. Hann sigur, at tað um árið eru einir sjey átta tilburðir, har tað eydnast ambulansufólkunum at fáa lív aftur í fólk, sum eru dottin um. - Tað gongur rætta vegin, og tað er so tý [...] fegin um, at fyrsta hjálp nú er krav, tá ið fólk taka koyrikort. Jú fleiri fólk duga fyrstu hjálp, jú størri er møguleikin fyri bjarging. Eru fólk, sum duga fyrstu hjálp, eiga tey beinanvegin at leypa til
talan um framgongd. Eftir at føroyska liðið í 2006 rakskt sum tongul í brimi, var illa skipað og avgjørt einki hevði at bjóða uppá, so var talan hesa ferð um væl betri skipan. Eingin ivi var um, at Ukreina [...] útskiftingar vístu, at fleiri eru um boðið, og tað er orsøk til at siga, at hóast 2-0 tap, so er landsliðið – eftir at hava verið knock outað í eitt ár – nú er um at koma upp á knøini aftur. FØROYAR-UKREINA [...] teir høvdu gjørt sítt arbeiði. Tað ráddi um at fáa tíðina at ganga, og ofta spældu teir leingi í egnum rekkjum. Glottarnir Sammett við í fjør var hesa ferð talan um føroyskt liðavrik. Hugburðurin var rættur
bukka undir. Tað snýr seg um at eta meiri protein, grovari, oftari og spakuligari, men eisini um at dyrka tann góða smakkin og at savna teg um matin, meðan tú etur. Royn at hugsa um slankikurin sum byrjanina [...] egg, mjólkarvørur og bjølgfruktir, økja meiri um brenningina enn kolhydratir og feitt. Tí kanst tú við fyrimuni økja um nøgdina av proteinum og minka um kolhydratini. Et grovt og fiburríkt Jú meiri tú [...] virkað fyri tey flestu – um tú heldur tey! Et meiri protein Nýggj gransking hevur víst, at matur við einum lágum kolhydratinnihaldi, har hvítt breyð, pasta og epli verða skift um við protein og sunnari feitt
er sera fegin um nýggja virksemið á Høgabóli. – Hetta er heilt fantastiskt. – Hetta er øgiliga gott. – Um tú hevur sum motto, eins og Frank Sinatra syngur um í »New York, New York«, um býin, sum ongantíð [...] fingið smakk fyri góðum sushi. So væl hevur borið til, at tey nú lata tvær nýggjar sushi matstovur upp, har tey hava framleiðslukøk og lata mat út av húsinum. Tann fyrra læt upp á Høgabóli 2. august [...] koyra millum økini upp á 10 til 15 minuttir. Um virksemið við Íshúsinum greiðir Tórbjørn Jacobsen soleiðis frá: – Ísurin kom frá fólki á staðnum. Tey gjørdu sær hyljar, sum frystu um veturin og bóru ísin
er einki at ivast í, at tá saman um kemur, so fara teir 11, sum verða á vøllinum fyri hvørt liðið at gera sítt ítarsta, soleiðis at talan eisini komandi árið kann verða um europeiska avbjóðing. [...] soleiðis er líkt til, at báðir partar leggaj nógv fyri sunnudagin, so skerst ikki burtur, at talan er um álvarsligar skerjingar í leikarahópinum til týdningarmikla dystin. Hjá GÍ eru tað fyrst og fremst teir [...] mikukvøldið, og so er tað eisini óvist, hvussu verður við teimum báðum landsliðsleikaruinum, Jákup á Borg og Julian Johnsson. Jákup fekk skaða í lærkrikan, tá B36 spældi javnt á Eiði seinasta vikuskifti,
framvegis at vera besta boðið upp á meistaralið. At talan á ongan hátt var um meistaraspæl mundi ikki hava so nógv at siga. Uppgávan varð mett sum ein tann torførasta, og tað, sum ráddi um, var úrtøkan. Tá ið endaliga [...] langt, Hjalgrím tamdi, rak mitt fyri og eitt sindur upp á tvørs og smekkaði so dygst inn við nærra stólpanum. Fjarstøðan var stór, og tað kundi tykst sum um, at HB málverjin átti at havt vart fyri, men Tróndur [...] endaliga fer at verða gjørt upp í oktober, verða tað ikki lutaðar virðislønir út fyri prýði og dygd í avrikum. Tá verða tað stigini, sum fara at telja, og tey trý, sum HB fekk leygardagin vóru kærkomin
argumentera, um skil ikki er í. Samtíðis verður skotið upp her heima, at vit skulu gjalda fyri seingjarpláss á okkara sjúkrahúsum, og helst munnu bæði tann skynsama, trúverduga og kensluliga ketan leypa av hjá [...] boðskapur? Tað er í øllum førum ikki bara retorikkur... Tað er upp til okkara vit og skil – og kenslur – um vit góðtaka hetta. Tað veldst um eygað, sum sær – og hjartað, sum slær! [...] sær. “Hatta er reinur retorikkur”, verður ofta sagt. Og tað er sjáldan meint jaliga. Tað veldst tó um eygað, sum sær. Longu frá gamlari tíð varð retorikkurin mettur sum eitt gagnligt kynstur. Ja, mett
meistari, sum røkkur fýra sigrum. Um Eysturoyingur aftur verður fremstur á Kollafirði, so verður talan um matchbólt í trimum teimum síðstu róðrunum. Spurningurin er so, um tað verður í nýggjum báti ella í [...] skulu gangast til. Nú skulu teir á Eysturoyingi taka støðu til, um teir skulu rógva nýggja bátin til, ella um teir so at siga skulu leypa umborð í hann og bjóða Klaksvíkingi av! [...] Kapprenningin Spurningurin er so, um favorittarnir umborð á Eysturoyingi leygardagin í Kollafirði fara at kappast ímóti Klaksvíkingi í spildurnýggjum báti, ella um teir enn eina ferð fara at halda seg
út og lasti upp, líkamikið hvussu eg rópti og bankaði. Soleiðis mundi eg standa í umleið 15-20 minuttir. So gekk eg eitt sindur runt um húsini fyri at vita, um ikki eitt vindeyga stóð upp á glopp onkustaðni [...] eina nýggja strategi. Um eg nú fekk lokka hanan heilt yvir í vestara hornið av gyrðingini, so kundi eg renna runt um húsini til norðursíðuna, klúgva yvir gyrðingina og klatra upp til vindeyga, áðrenn hanin [...] vita, so kann alt henda á ólavsøku, og tískil visti eg ikki, um eg kom beinleiðis heim, tá ið eg var liðugur at spæla. Hevði hoyrt okkurt um eina veitslu, ið var arrangerað aftaná dansin. So tað kundi væl