Eysturoyingur kappast við tíðina

Tað skal ganga skjótt, um nýggi báturin skal verða klárur at rógva við á sundalagsstevnuni í Kollafirði

Kappróður

 

Á Skála endurtók søgan seg frá á norðoyastevnu. Eysturoyingur vann, Klaksvíkingur var næstfremstur, og Ormurin Langi var aftastur.

Hóast tað gekk ein løta, áðrenn Ormurin Langi slepti, so var tað bara ein spurningur, um tað skuldi verða Eysturoyingur ella Klaksvíkingur, sum fór at vinna.

Spenningurin gjørdist ongantíð so stórur, sum hann var tað á norðoyastevnu. Eysturoyingur legði bragdliga fyri, og hóast munurin minkaði eitt sindur onkra løtuna, so tóktist tað ongantíð vera ivi um, at Eysturoyingur var fremri. Á málinum var munurin skuturin ella so.

Tá ið bátarnir róðu fram ímóti málinum, høvdu teir hug at nærkast hvørjum øðrum, og tá ið skotini vóru brostin, var tað ikki sørt, at heitu menninir høvdu hug at eftirmeta yvir fyri hvørjum øðrum.

Spurningurin er so, um hetta var síðsta ferðin, at Eysturoyingur luttók í kappróðri. Tað fæst at síggja á fjarðastevnu í Kollafirði nú leygardagin. Sámal Hansen hevur smíðað ein nýggjan Eysturoying. Sum tað skilst, so er ætlanin, at nýggi báturin skal verða kappingarbátur burturav, meðan gamli Eysturoyingur, sum ikki er so ógvuliga gamal, skal brúkast at venja og fyrireika seg í.

Tað er synd at siga, at aldur er fallin á Eysturoying, sum teir í Kappróðrarfelagnum NSÍ hava bjóðað seg fram í síðani í 1998. Teir hava vunnið báðar róðrarnar, su hava verið higartil í ár, og teir kunnu vísa aftur á so glæsilig hagtøl, sum eingin annar bátur hevur megnað seinastu tólv árini.

Í 1998 vann Eysturoyingur allar seks róðrarnar, og í 1999 enturtóku teir bragdið. Í 2000 og 2001 vunnu teir ongan róður, í 2002 vann Eysturoyingur tveir róðrar, í 2003 vunnu teir tríggjar róðrar, í 2004 ongan róður, í 2005 seks róðrar, í 2006 tríggjar róðrar, í 2007 allar sjey róðrarnar, í 2008 luttók Eysturoyingur í fýra róðrum uttan at vinna, og so hava teir á Skálafjørðinum vunnið tveir róðrar í ár.

Samlaða sigratalið er 35, og úrslitini hava borið seks FM heiti við sær (1998, 1999, 2002, 2003, 2005, 2007).

 

Kapprenningin

Spurningurin er so, um favorittarnir umborð á Eysturoyingi leygardagin í Kollafirði fara at kappast ímóti Klaksvíkingi í spildurnýggjum báti, ella um teir enn eina ferð fara at halda seg til bátin, sum hevur vunnið so nógvar sigrar.

Í dag skuldi nýggi báturin fara úr verkstaðnum hjá Sámali Hansen, bátasmiði. Meðan manningin fer at venja í bátinum, sum teir higartil hava bæði vant og kappast í, fara teir saman við øðrum í felagnum at spartla, pussa, sproyta uttanborðs, mála innanborðs (kanska tríggjar umgangir), og so skulu teir fáa fótalunnar, rimar, skinnarar, róðurjørn og alt hitt, sum skal vera í lagi upp á pláss, áðrenn tað verður lagt til brots á Kollafirði.

Spurningurin er so, um tað fer at bera til at royndarrógva bátin á Skálafjørðinum, áðrenn farið verður til Kollafjarðar, og hvat manningin fer at siga til at skula kappast við báti, sum teir sjálvsagt ikki fara at kenna seg heilt kendar við.

Hjá teimum umborð á Klaksvíkingi man tað vera púra líka mikið, um teir í Kollafirði skulu kappast ímóti spildurnýggjum ella eitt sindur eldri Eysturoyingi.

Málið hjá klaksvíkingum er at vinna FM heitið. Eftir tveir teir fyrstu róðrarnar er ikki sørt av trýsti á Klaksvíkingi. Tá ið tað bara tykjast vera tveir bátar, sum hava møguleika at vinna, so verður tann meistari, sum røkkur fýra sigrum. Um Eysturoyingur aftur verður fremstur á Kollafirði, so verður talan um matchbólt í trimum teimum síðstu róðrunum.

Spurningurin er so, um tað verður í nýggjum báti ella í tí bátinum, sum síðani 1998 hevur verið nógv mest vinnandi báturin í Føroyum. Nýggir skógvar skulu gangast til. Nú skulu teir á Eysturoyingi taka støðu til, um teir skulu rógva nýggja bátin til, ella um teir so at siga skulu leypa umborð í hann og bjóða Klaksvíkingi av!