Til mína grein havi eg valt somu yvirskrift, sum Kallsoy hevði fyri hundrað árum síðani til sína grein, og tað er ikki av tilvild; men tí at eg meti, at somu spurningar eru minst líka aktuellir í dag.
Hin føroyski dansurin á gravarbakka?
Í grein sínari skrivar Kallsoy, «at í nógv fleiri enn færri bygdum hevurin dansurin gingið tungliga aftur á hondina, og í summum støðum er hann at kalla ein «saga blott»; og tað er enntá komið so langt, at mong av heilum huga siga: Várharra varði okkum væl frá dansinum».
Um støðuna í dag havi eg hug at siga tað soleiðis, at føroyski dansurin er ikki partur ella í mesta lagi ein lítil partur av teirri livandi føroysku mentanini.
Tað er ikki sjálvsagt, at føroyski dansurin verður tikin við í samanhangi, har hann til fyri ikki so nógvum árum síðani var hæddarpunktið. Tá hugsi eg mest um brúdleyp, veitslur, føðingardagar og høvi, har fólk koma saman.
Taka vit sjálvan dansin, so er ikki óvanligt at síggja, at yngra ættarliðið ikki hevur stev ella veit, hvussu mann skal leiðast í ringinum. Tey hava ikki verið nógv í dansi, og hava tí ikki kunnleika til dansin og dansisiðirnar.
Í dag livir dansurin (mest) í dansifeløgunum, sum eru 16 í tali, ið eru limir í meginfelagnum Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama.
Tá vit tosa um, hvussu mong munnu verða aktivir limir í feløgunum í dag, koma vit ofta til eitt tal upp á uml. 400 limir.
Er dansurin á gravarbakka?
Eg havi ikki eitt ordiligt svar, men má ásanna, at tað stendur ikki væl til!
##med2##
Stendur honum til bata?
Stendur honum til bata merkir, ber tað til at bøta um hann, at fáa hann aftur til eina meira uppruna dansiútgávu, ein dans har luttakararnir kunnu liva seg inn í dansin – kunnu uppliva dramaði ella søguna í dansinum – bæði í álvara og gaman.
Í sambandi við hendan spurningin sigur Jóhan Kallsoy: «Er okkara fólkadansur illa farin, so kunnu vit tó ugga okkum við, at enn duga føroyingar at treða ein dans, sum einans kann vera einum fólki til sóma, og henda kunnleika hava føroyingar frammihjá, og vónandi er, at vit ikki í gáloysi sløða hann burtur».
Kallsoy skrivar, «at enn duga føroyingar at treða ein dans».
Men eg meti ikki, at eg kann skriva tað sama, sum Kallsoy skrivaði í 1925. Hartil er munurin millum kunnleikan til kvæðini og vísurnar og innlivingina í sjálvan dansin ov stórur.
Enn eru fólk her á landi – mest tilkomin og eldri -, ið kenna og treða dansin so væl, at tey kunnu leggja øðrum lag á, so hesi kunnu bera dansin víðari.
Men ein stórur munur millum dansin fyri hundrað árum síðani og so í dag er, at fyri hundrað árum síðani vóru nógv fleiri, ið dugdu fleiri kvæði og vísur og kundu halda einum dansi gangandi og gera innihaldið livandi í dansinum - tey kundu skapa drama í ringinum, og dansifólkið kundi liva við – tey kunnu tosa um innihaldið.
Í dag eru tey væl færri, ið kunnu fylgja við tí, sum kvøðið verður, tí tey kenna ikki innihaldið, kenna ikki kvæðini og vísurnar, og duga tey so ikki stev, so fæst ikki lív í dansin – dansurin blívur ikki livandi, hann stirðnar.
Og tá verður torført at betra hann!
Men sum sagt, so eru enn fólk her á landi, ið duga at treða góðan dans, so tað skuldi verið møguleiki at bjarga dansinum. Tað krevur tó, at dansurin verður brúktur – sum ein natúrligur partur – til gamans og álvara! Og ikki er sjálvsagt, at tað fer at bera til.
Skal ein ogna sær føroyska dansin, sum part av føroyskari mentan, so er bert ein vegur, og tað er at fara í dans og brúka dansin. Men hettar krevur, at tú lærir teg nøkur kvæði og vísur, nemur tær dansistevið í dansinum, har tú luttekur, og síðst men ikki minst, at tú nemur tær kunnleika um innihaldið í kvæðunum og vísunum, sum verða kvøðin.
Eitt, sum oftani verður undirmett ella als ikki tikið við, er at kunna um tað, sum verður kvøðið. Hettar er ein fyritreyt og eigur tí at liggja frammarlaga í arbeiðinum.
Eftir mínum tykki fær mann besta dansin í smærri bólkum, sum t.d. lokalum dansifeløgum, í eini skúlastovu og líknandi. Her ber eisini til at taka ein steðg ímillum kvæðini og tosa um innihaldið í tú, sum kvøðið er.
Tó er gott og mennandi, eisini at kunna møtast til stórdans av og á, men eg haldi ikki, at tað ber dansin.
Skal dansinum vera lív lagað, mugu vit brúka hann!
Dansurin er ella var ein av gimsteinunum í føroyskari mentan.
##med3##