Útbúgvingin hjá ambulansufólki er í trimum stigum, men higartil hevur eingin verið á hægri enn á fyrsta stigi, tí víðari útbúgvingarmøguleikarnir hava ikki verið í Føroyum.
Men nú eru tey fyrstu nýggju ambulansufólkini komin upp á annað stig og nevnast nú ambulansuviðgerar.
Narkosulæknin Hans Jákup Simonsen tók saman við øðrum stigið til hesa eyka útbúgving saman við heilsuskúlanum í Silkeborg í Danmark.
Av tí at næmingarnir vóru so nógvir, var bíligari at fáa undirvísarar av skúlanum til Føroya enn at senda ambulansufólkini til Danmarkar.
Undirvísingin fór partvís fram við fjarlestri.
Næsta liðið av ambulansufólki fer undir somu útbúgving næsta ár.
- Tá ið tey eru komin ígjøgnum útbúgvingina, verður tað krav, at ein ambulansuviðgeri skal vera í hvørjum sjúkrabili, sum fer út, sigur Hans Jákup Simonsen.
Neyðug útbúgving
Tørvurin á at útbúgva ambulansufólkini meira vaks, tá ið Læknavaktin á Landssjúkrahúsinum kom, og kommunulæknarnir kring landið ikki longur skuldu hava vakt alt samdøgrið. Tað gjørdist neyðugt at útbúgva ambulansufólkini betur, tí tey høvdu ongan lækna á staðnum a ráðføra seg við.
- Endamálið við øllum er at bjarga mannalívum, og við hesi útbúgvingini eru hesi fólkini uppaftur betur fyri at bjarga lívi, sigur Hans Jákup Simonsen.
Hann sigur, at tað um árið eru einir sjey átta tilburðir, har tað eydnast ambulansufólkunum at fáa lív aftur í fólk, sum eru dottin um.
- Tað gongur rætta vegin, og tað er so týdningarmikið, at tá fólk fáa ein hjartatilburð, at tey sum skjótast fáa hjálp, til møguleikarnir fyri bjarging fella við 10 prosentum um minuttin. Fyrr yvirlivdi eingin.
Tað eru mest fólk frá 40 árum og uppeftir, sum fáa hjartatilburð, men dømi eru eisini um heilt ung ítróttarfólk, sum mitt í øllum smella um.
- Vit eru øll líka takksom, tá ið vit møta fólki aftur og tey hava tað gott eftir ein tilburð, sigur Hans Jákup Simonsen.
Málið hjá Landsjúkrahúsinum er, at øll ambulansufólkini skulu útbúgvast víðari, men tað er ein sera krevjandi útbúgving, og øll standa tí ikki royndirnar fyrstu ferð.
Útbúgvingin fylgir altjóða krøvum.
Víðkaðar heimilidir
Ambulansuviðgerarnir referera beinleiðis til liðlæknan, Hans Jákup Simonsen. Hann hevur gjørt eina bók til hvønn einstakan viðgera við mannagongdum, sum teir skulu fylgja í arbeiði sínum. Bøkurnar skulu teir hava so leingi, teir eru í arbeiðinum, men hann eigur tær.
Við nýggju útbúgvingini hava ambulansuviðgerarnir fingu víðkaðar heimildir til at geva heilivág.
Hans Jákup Simonsen er fegin um, at fyrsta hjálp nú er krav, tá ið fólk taka koyrikort. Jú fleiri fólk duga fyrstu hjálp, jú størri er møguleikin fyri bjarging. Eru fólk, sum duga fyrstu hjálp, eiga tey beinanvegin at leypa til at geva hjartamassasju, til professionellu ambulansufólini koma og kunnu taka yvir.
Ambulansutænastan er eisini ment tekniskt.
Ambulansufólkini kunnu taka hjartabílæt, máta puls og blóðtrýst og senda vakthavandi lækna hesar upplýsingar beinleiðis yvir telduna.
Málið hjá Ambulansutænastuni er at útbúgva ambulansuviðgerarnar víðari til tað, sum nevnist parametikarar.