Eru á veg upp á knøini

Eingin ivi var um, at 2-0 sigurin hjá Ukreina var rudduligur, men hóast tapið so hómaðust glottar í føroyska liðavrikinum, um sammett verður við syndarliga 2006

Føroyar fóru enn eina ferð av vøllinum við nullinum í skjáttuni. Harvið hevur føroyska liðið í hesi EM undankappingini spælt fimm dystir á tamb uttan at hava megnað at fáa bóltin í mótstøðumálið. Málmunurin er 0-20. Tað vil við øðrum orðum siga í miðal 0-4 fyri hvørja uppgerð.
    Sæð í ljósinum av tapstølunum var tapið hesa ferð ikki so galið. Sæð í ljósinum av avrikunum í fýra teimum fyrstu dystunum í hesi undankappingini, so var talan um framgongd. Eftir at føroyska liðið í 2006 rakskt sum tongul í brimi, var illa skipað og avgjørt einki hevði at bjóða uppá, so var talan hesa ferð um væl betri skipan.
    Eingin ivi var um, at Ukreina var so nógv tað betra liðið. Vøllurin var, sum tað kann roknast við, at grasvallir í Føroyum eru um várjavndøgur. Ukreina, sum ikki hevði størstu stjørnuna í Chealsea, Andriy Shevchenko, við í Føroyum, tí hann segðist at vera smáskaddur, gjørdi tað, sum teir ætlaðu sær at gera. Hvørki meiri ella minni. Teir lendu í Vágum eftir døgurða fríggjadagin, teir vóru á Svangaskarði, skoraðu tvey mál, hildu tætt í hinum endanum og fóru so av aftur landinum beinanvegin.
    Ukreina er ovarlaga á styrkislistanum, men Ukreina kandidaterar ikki til heimsins mest undirhaldandi fótbóltslið. Undirlagið legði ikki upp til polerað spæl á grasinum. Við Anatoliy Tymoschuk úr russiska FC Zenit sum snaringspunkti á miðvøllinum royndu teir viðhvørt at spæla. Oftast lyfta teir fram til teir fremstu, og beinanvegin høvdu teir tríggjar risa møguleikar at leggja seg framum, men Jákup Mikkelsen var sannur brandur millum stólparnar.
    Tá 1. hálvleikur var knappliga hálvrunnin, fekk Ukreina fyrra málið. Talan var um verjukiks. Eftir frísparksframlegging datt bólturin niður millum nógvu føroyingarnar í egnum brotsteigi, og so var mál. Seinna málið eftir lítlan tíma líktist eisini kiksi í verjuni. Vinstri vongverjin í 4-4-2 spælskipanini, Andrii Nesmachniy, legði til handara stólpan, og eftir stútara innfyri varð bólturin sneiddur dygst inn við handara stólpanum.
    Ukreina hevði fleiri møguleikar, men sum tíðin leið, sást tað væl, at teir høvdu gjørt sítt arbeiði. Tað ráddi um at fáa tíðina at ganga, og ofta spældu teir leingi í egnum rekkjum.

Glottarnir
Sammett við í fjør var hesa ferð talan um føroyskt liðavrik. Hugburðurin var rættur, og allir vóru sinnaðir at stríðast fyri ein og ein fyri allar. Óli Johannesen og Fróði Benjaminsen funnu væl saman, Atli Danielsen var tryggur í høgru, eftir at hann hevði sæð gult og beinanvegin aftaná gjørdi enn eitt fríspark, og Marni Djurhuus tykist í løtuni vera besta boðið upp á vinstra vongverja.
    Á sentrala miðvøllinum fylti Mikkjal Thomassen væl. Hann tordi at varðveita bóltin og at royna at finna viðspælarar, og Súni Olsen tykist vera komin fyri seg aftur. Jákup á Borg í høgru vísti góðan hugburð. Tað royndi Símun Samuelsen eisini at gera í vinstru, men tað tóktist bila eitt sindur við sjálvsálitinum. Tvær ella tríggjar ferðir eydnaðist tað eftir langar sendingar Rógva Jacobsen við høvdinum at sneiða Símun leysan, men hóast hann er skjótur, so megnaði hann ikki at renna verjuna av.
    Christian Høgni Jacobsen hevði torførar treytir í fremstu ódnini. Í yvirtíðini í 1. hálvleiki fekk hann besta føroyska møguleikan eitt sindur í høgru, men skotroyndin móti nærra stólpanum varð blokerað til horna.
Tríggjar útskiftingar vístu, at fleiri eru um boðið, og tað er orsøk til at siga, at hóast 2-0 tap, so er landsliðið – eftir at hava verið knock outað í eitt ár – nú er um at koma upp á knøini aftur.

FØROYAR-UKREINA 0-2 (0-1
EM undankappingardystur
Á Svangaskarði leygardagin 24. mars 2007 kl. 15.00
0-1: Volodymyr Yezerskyy 21.
0-2: Oleg Gusiev 58.
Dómarakvartett úr Slovenia: Damir Skomina, Primoz Arhar, Marko Stancin og Peter Sart
Dómaraeygleiðari úr Danmark: Kaj Østergaard
717 áskoðarar
Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, B36, 47/-103 – 4. Atli Danielsen, Frem, 18/0, 7. Fróði Benjaminsen, B36, 41/2, 13. Óli Johannesen, liðformaður, TB, 80/1, 3. Marni Djurhuus, EB/Streymur, 3/0 – 9. Jákup á Borg, HB, 48/2, 8. Mikkjal Thomassen, B36, 3/0 (12. Sámal Joensen, GÍ, 25/0, 78.), 2. Súni Olsen, AaB, 25/1 (15. Tem Hansen, Fremad Amager, 1/0, 74.), 5. Símun Samuelsen, Keflavík, 8/1 (14. Christian Lamhauge Holst, Lyngby, 3/0, 65.) – 6. Rógvi Jacobsen, HB, 41/6, 10. Christian Høgni Jacobsen, HB, 32/2
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Meinhardt Joensen, KÍ, 0/0, 11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager, 22/1, 17. Rasmus Nolsøe, HB, 1/0, 18. Mortan úr Hørg, HB, 5/0
Gult kort: 4. Atli Danielsen 9.
Reytt kort: eingin
Venjari: Jógvan Martin Olsen
Hjálparvenjari: John Petersen
Málmansvenjari: Jens Martin Knudsen
Lækni: Tórbjørn Viderø
Fysioterapeutur: Álvur Hansen
Liðleiðari: Sigurd Hansen
Ukreina: 1. Olexandr Shovkovskyi, liðformaður, FC Dynamo Kyiv, 77/0 – 5. Volodymyr Yezerskyy, FC Dnipro Dnipropetrovsk, 29/2, 13. Dmytro Chygrynskyy, FC Shakhtar Donetsk, 2/0, 6. Andriy Rusol, FC Dnipro Dnipropetrovsk, 33/3, 2. Andrii Nesmachniy, FC Dynamo Kyiv, 59/0, – 9. Oleg Gusiev, FC Dynamo Kyiv, 36/3 (16. Andriy Vorobyey, FC Shakhtar Donetsk, 61/8, 60.), 4. Anatoliy Tymoschuk, FC Zenit Russia, 66/1 (8. Oleh Shelaev, FC Dnipro Dnipropetrovsk 29/0, 82.), 17. Taras Mykhalyk, FC Dynamo Kyiv, 3/0,19. Maksym Kalinichenko, Spartak Russia, 29/5 – 20. Olexiy Belik, FC Ahakhtar Donetsk, 19/5, 10. Andriy Voronin, Bayer 04 Leverkusen Týskland, 42/5 (18. Sergiy Nazarenko, FC Dnipro Dnipropetrovsk, 18/3, 74.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 23. Andriy Pyatov, 3. Olexandr Kucher, 15. Yegen Levchenko, 22. Vyacheslav Sviderskyy
Gult kort: eingin
Reytt kort: eingin
Venjari: Oleg Blokhin
Hjálparvenjarar: Andriy Bal, Scmen Altman, Oleg Kuznetsov
Fysioterapeutar: Volodymyr Motrenko og Victor Savin