Soleiðis segði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, tá Etika á Høgabóli hevði móttøku fyrr í mánaðinum.
Nýggja sushi matstovan á Høgabóli, Etika, sum er partur av matstovuni við sama heiti í Havn, heldur til í gamla íshúsinum á Høgabóli í Saltangará.
Etika byrjaði í Havn í 2009, og har kunnu tey sanna, at føroyingar veruliga hava fingið smakk fyri góðum sushi. So væl hevur borið til, at tey nú lata tvær nýggjar sushi matstovur upp, har tey hava framleiðslukøk og lata mat út av húsinum.
Tann fyrra læt upp á Høgabóli 2. august, og tann seinna letur í næstum upp í hølunum hjá Á handlinum við Sundsvegin í Havn.
Bygningurin, sum hýsir Etika á Høgabóli, kalla tey har inni fyri »Íshúsið« ella »hjá Barberinum«.
##med2##
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, greiddi frá hesum, tá hann helt røðu til móttøkuna. Hann sigur við Sosialin, at hendan verkætlanin er endað nøkulunda har, sum alt byrjaði:
– Tað byrjaði við Símun á Høgabóli. Hann var sonur Jógvan Simonsen, ella kaptein Simonsen í Havn, sum bygdi húsini, sum nú verða nevnd Sloans hús. Pápin doyði, og Símun for til barnleys hjún á Høgabóli at vaksa upp.
Símun fór á skiparaskúla á heystið í 1904, greiðir Tórbjørn Jacobsen frá.
– So ein dagin, tá hann er í kirkju á Nesi, kemur Fríðrikur Petersen, próstur, til hansara. Hann sigur, at hann hevur tosað við Thomsen á Tvøroyri, sum fegin vil finna ein álítandi mann á Skálafjørðinum, sum kann keypa sild fyri Thomsen til agn. Símun játtaði og fór suður at tosa við Thomsen. Har varð avgjørt, at Thomsen skuldi byggja eitt íshús á Høgabóli, sum Símun skuldi reka.
Seinni, í 1914, keypir Símun íshúsið og byggir upp eitt stórt handilsvirksemi við handli og skipum. Hann byggir eina kai, sum verður einasta kai, sum skip kunnu leggja at, og hetta verður havnin hjá mjólkarbátinum Ruth, tá hann seinni fer í sigling at heinta mjólk úr Sundalagnum og Skálafjørðinum til Meiaríið í Havn.
Tá bleiv felagið hjá Símun á Høgabóli eisini umboð fyri Meiaríið og var tað í mong ár, greiðir Tórbjørn Jacobsen frá.
##med3##
– Hetta vísir okkum, hvussu nógv samfelagið er broytt til tað betra hesi góðu 100 árini, at vit í sama øki nú kunnu koyra millum økini upp á 10 til 15 minuttir.
Um virksemið við Íshúsinum greiðir Tórbjørn Jacobsen soleiðis frá:
– Ísurin kom frá fólki á staðnum. Tey gjørdu sær hyljar, sum frystu um veturin og bóru ísin í íshúsið, og har bleiv sildin so køld og fryst, so at tey kláraðu seg meginpartin av árinum. Men tá fyrstaríini komu seinni, tá SEV var komið, so broyttist hetta.
– Seinni verður Íshúsið bygt um til handil, har sonur Símun, Jógvan Simonsen, hevði Klædnabúðina, nú býurin so spakuliga fekk eitt býarskapilsi.
Seinastu hálvu øldina ella so hevur leirvíksingurin Jógvan Hansen havt barberstovu har.
– Hann lærdi hjá Eskild Norðbú í Klaksvík og byrjaði so á Sjómansheminum her, til hann keypti bygningin á Høgabóli fyrst í sjeytiárunum.
So íshúsið, sum bleiv til handil, síðani klippistovu, fær nú aftur nakað við fisk at gera, nú tað skal hýsa sushi-matstovuni Etika.
– Niðurstøðan av hesum er, at tað sum byrjaði í 1905, tá íshúsið stóð liðugt, við at goyma sild til kræsnar toskagómar, tað er nú blivið til at goyma aðrar fiskaúrdrættir til kræsnar mannagómar, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Og borgarstjórin er sera fegin um nýggja virksemið á Høgabóli.
– Hetta er heilt fantastiskt.
– Hetta er øgiliga gott.
– Um tú hevur sum motto, eins og Frank Sinatra syngur um í »New York, New York«, um býin, sum ongantíð svevur, »the city never sleeps«, so vil eg siga, at akkurát hendan funktiónin ger tað, at tú lyftir teg øgiliga langt fram eftir tí málinum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
– Hetta eru øgiliga vitalar funktiónir, um tú skalt droyma um at vera ein býur, sigur ein væl nøgdur borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
##med4##