Havnarmenninir vóru ikki serliga nógvir í Klaksvík leygardagin. Men teir trúføstu, sum vóru við HB har norðuri, fingu ein fínan túr burturúr. Heldur enn at sita í mjørkanum í høvuðsstaðnum upplivdu teir eina ta bestu summarløtuna, sum hevur verið í ár, og á vøllinum megnaðu teirra at fáa fulla úrtøku og harvið framvegis at vera besta boðið upp á meistaralið.
At talan á ongan hátt var um meistaraspæl mundi ikki hava so nógv at siga. Uppgávan varð mett sum ein tann torførasta, og tað, sum ráddi um, var úrtøkan. Tá ið endaliga fer at verða gjørt upp í oktober, verða tað ikki lutaðar virðislønir út fyri prýði og dygd í avrikum. Tá verða tað stigini, sum fara at telja, og tey trý, sum HB fekk leygardagin vóru kærkomin í strembanini at vinna fjórða meistaraheitið á rað.
Ússaligt
HB hevur vunnið nógvar glæsiligar sigrar, og teir eru oftari farnir úr Klaksvík við fullari úrtøku, enn teir eru farnir við ongum. Eyðkent fyri HB avrikini hevur ofta verið hugflog og tekniskt og taktiskt snildi.
HB skal eiga, at teir leygardagin hildu seg til taktikkin ella spæliætlanina, sum teir høvdu avrátt. Men tað var syndarligt við hugflognum. HB eigur vinnaramentan fram um øll hini. Tað varð enn eina ferð undirstrikað. Men fótbóltsliga avrikið var ússaligt. Heldur enn samanspæl á jørðini við skjótum flytingum og síðuskiftum og øllum av tí slagnum, sum plagdi at vera HB dygdir, so var talan um primitivt sparkarí.
Rúni Nolsøe og Kári Nielsen á sentrala miðvøllinum vóru næstan blindir ferðamenn. Tað áttu teir ikki skuldina í sjálvir. Tað tóktist vera álagt teimum í verjuni ikki at spæla í føturnar á miðvallarunum. Heldur skuldi sparkast høgt og langt, og so var setningurin hjá Hans á Lag og Bárði Mortansson og seinni Róki Jespersen stuðlaðir av Jákupi á Borg og Tór-Ingar Akselsen í borðunum at renna og dríva á og at vinna luftkríggið.
Oddaliðið legði stóran dent á deyðbóltsstøðurnar, og teimum fingu teir málini burturúr, sum vóru orsøk til, at øll stigini fóru av vánni, sum lá í silvitni.
Tungur teinur
Spurningurin er, um vágskálin skal vera tann sama, tá ið toppur og botnur verða vigaðir. Í hvussu so er vóru klaksvíkingarnir undan stóru avbjóðingini illa sperdir í botninum, og eftir 3-2 tapið ímóti HB stendur tað uppaftur verri til.
Í sovornum førum er tað torført at finna ugga, og klaksvíkingar mugu staðfesta, at tað framvegis eru stórar vánir fyri, at tað næsta kappingarár fer at verða væl meiri av leygardagsfótbólti í Klaksvík, enn tað hevur verið í ár.
Men hugburðurin og eisini leikliga avrikið vóru hesa ferð hópin betri, enn talan fyrr í ár hevur verið um. Hesa ferð stríddust klaksvíkingarnir, og teir tóktust hava fingið væl størri heimildir at spæla fótbólt, enn mótstøðumenninir høvdu fingið.
Atli Danielsen og ikki minst ógvuliga arbeiðssami veteranurin Jan Joensen høvdu betri tak á sentrala miðvøllinum enn mótstøðumenninir. Arnhold Joensen og Heðin á Lakjuni í borðunum royndu at bjóða seg til, og hóast allar tríggjar støðurnar, sum bóru mál til mótstøðuliðið við sær, vóru orsøk til at seta spurnartekin við verjupartin og málverjan, so mundi Jan Andreasen vera ein tann stinnasti á heimaliðnum.
Mál og møguleikar
Seinna umfarið var rættuliga undirhaldandi, tí tá vóru skorað fimm mál, og tá vóru aðrir møguleikar í báðum endum.
Fyrra umfarið var ógvuliga fátækt. Serliga HB tóktist hava tað torført, og síðstu løtuna undan steðginum høvdu teir góðan hug at illneitast inn á hvønn annan, og samstundis var tað einki serligt, at málverjin, Bárður Johannesen, eftir samanstoyt við Heðin á Lakjuni noyddist av vøllinum.
Beinanvegin eftir steðgin legði HB seg á odda, og tá sá tað ikki gott út í KÍ verjuni. Tróndur Vatnhamar sendi langt og høgt fram á KÍ hálvuna. Niclas Niclasen og Tór-Ingar Akselsen kapprunnu eftir bóltinum. Spurningurin tóktist vera, um tað skuldi vera KÍ miðverjin ella málverjin, sum skuldi sparka burtur. Málverjin var á veg út, men hann steðgaði á, og so setti skjóti HB maðurin krúllin undir bóltin, sum stiklaði í málið.
So var mótbrekkan uppaftur tyngri hjá KÍ. Men teir á heimaliðnum vildu ikki leggja seg, og tá ið Atli Danielsen úr ellivu metrum hevði sent í málið, eftir at Hans á Lag mest sum hevði ligið omaná honum í sambandi við hornasparksstøðu, so var futtur í KÍ og heima áskoðarunum.
Annar heimasigurin á HB í ár tóktist vera undir borðinum, tá ið Hjalgrim Elttør við fløtum langskoti hevði lagt KÍ framum. Uppspælið líktist tí í sambandi við fyrsta HB málið.
KÍ málverjin sparkaði høgt og langt, Hjalgrím tamdi, rak mitt fyri og eitt sindur upp á tvørs og smekkaði so dygst inn við nærra stólpanum. Fjarstøðan var stór, og tað kundi tykst sum um, at HB málverjin átti at havt vart fyri, men Tróndur var óheppin og gleið, tá ið hann skuldi venda aftur til nærra stólpan.
KÍ, sum við framrættaðari útskifting tóktist ætla sær at vinna, var omaná. Teir tevjaðu blóð, og Atli Danielsen var um reppið at leggja teir framum við tveimum málum. Eftir uppspæl í vinstru og flatt innlegg smekkaði hann til úr fjúrtan metrum, men Tróndur Vatnhamar bjargaði fantastiska væl við refleksbjarging omanfyri høvdið og eitt sindur til høgru fyri seg sjálvan.
Og mitt í KÍ trýstinum og áganginum var Hans á Lag tvær ferðir upp á spæl í sambandi við deyðbóltsstøður. Í fyrra førinum stútaði hann við nærra stólpan og í málið, eftir at langt innkast úr høgru var longt innfyri, og í seinna førinum stóð hann púra blankur, tá ið hann við handara stólpan við høvdinum stýrdi í kassan, eftir at Rúni Nolsøe eitt sindur úr vinstru hevði sent fríspark innfyri.
Veðrið var tað sama fyri báðar partar. Men meðan klaksvíkingar mundu hava besta hugin at fara undir dýnuna, eftir at teir einki høvdu fingið burturúr lutfalsliga góðum avriki, so sólaðu havnarmenninir sær!










