Europa upp á spæl

GÍ og B36 eru liðini, sum kappast um seinasta europeiska plássið, og hetta kann vera mest sum avgjørt eftir dystin sunundagin

Upptakt

Tað er einki at ivast í, hvørjum partarnir tráða eftir, tá GÍ og B36 fara á vøllin í Sarpisgerði sunnudagin. Hóast Toto-plássið neyvan er tað, sum kassameistararnir í feløgunum tráa eftir, so er tað altíð ein stór ítróttarlig avbjóðing hjá leikarunum at spæla móti útlendskum liðum, og hetta vilja bæði gøtu- og havnarmenninir sleppa at gera komandi ár.
Undan dystinum er støðan tann, at bæði liðini hava sama stigatal, men tá GÍ vann fyrra innanhýsis dystin í Havn, standa teir seg betri í innanhýsis uppgerðunum, og tí kunnu teir nógv betri liva við einum javnleiki enn B36 kann tað.

Nógv fráfall
Hóast tað soleiðis er líkt til, at báðir partar leggaj nógv fyri sunnudagin, so skerst ikki burtur, at talan er um álvarsligar skerjingar í leikarahópinum til týdningarmikla dystin.
Hjá GÍ eru tað fyrst og fremst teir báðir, Bartal Eliasen og Sámal Joensen, sum saknur verður í. Bartal fekk sítt sætta gula kort í Klaksvík herfyri, og í sama dysti fekk Sámal Joensen ostaskorpuna frá dómaranum, so teir mugu báðir hyggja at dystinum frá síðulinjuni.
Hinvegin hevur GÍ til hendan dystin aftur Hallur Joensen tøkan, eftir at hann annars hevur verið burtur frá við einum keiktum fótliði, og í aðrar mátar tykjast allir leikarar á liðnum at vera 100% til reiðar til týdningarmiklu uppgávuna, sum altso kann tryggja gøtumonnunum 11. europeisku luttøkuna á rað.
Hjá B36 tóktist støðan við leikarunum at vera eitt sindur meira óviss, tá vit høvdu samband við teir hósdagin, men tað er líkt til, at eisini teir verða nakað skerdir sunnudagin. Tað tykist púrasta vist, at Bárður Mortansson ikki verður við, eftir at hann fekk ein skaða í fótliðið undir venjing mikukvøldið, og so er tað eisini óvist, hvussu verður við teimum báðum landsliðsleikaruinum, Jákup á Borg og Julian Johnsson.
Jákup fekk skaða í lærkrikan, tá B36 spældi javnt á Eiði seinasta vikuskifti, og Julian hevur ein lítlan fipurskaða at dragast við, og møguliga fara teir báðir at royna seg sunnudagin. Hinvegin telur tað eisini hjá teimum, at landsliðið skal avstað til Litava og Týskland um hálva aðru viku, og júst hendan feðrin er kanska størsta avbjóðingin hjá fótbóltslandsliðnum nakrantíð, so tað er lítið at ivast í, at hetta eisini spøkir í tonkunum á leikarunum.
Tað ger europeiska luttøkan hjá felagnum tó eisini, og tað er einki at ivast í, at tá saman um kemur, so fara teir 11, sum verða á vøllinum fyri hvørt liðið at gera sítt ítarsta, soleiðis at talan eisini komandi árið kann verða um europeiska avbjóðing.