ÍTRÓTTARKLUMMAN
Ein góð javnvág ímillum ungar og royndar spælarar var lykilin, tá Jógvan Martin Olsen í sínum síðstu dystum stóð á odda fyri einum landsliði, sum hevur fingið bestu byrjanina í einari undankapping síðani 1990. Ikki minst javnleikurin ímóti Eysturríki vísti, at góður botnur var lagdur.
Tí vildi verið upplagt hjá einum venjara til bara henda eina dystin at bygt víðari á tað, sum longu er bygt upp. Sjálvandi eru ikki allir útisetarnir tøkir til henda dystin ímóti Íslandi, men har eru aðrir at taka av, sum kundu givið tryggleika og stabilitet á einum annars ungum liði.
Tí undrar tað ikki sørt, at Heðin Askham velur at ganga heilt aðrar leiðir og mestsum boðar frá enn einum ættarliðsskifti á landsliðnum. Ikki færri enn fimm av teimum úttiknu hava enn ongan A-landsdyst spælt, og 15 av teimum 18 hava enn ikki so frægt sum 10 dystir í skjáttuni.
At royndirnar ikki viga nógv í metingunum hjá Heðini Askham, vísir klossuta handfaringin av Jákupi Mikkelsen og Jákupi á Borg. Tann fyrri er ein hin størsta orsøkin til góðu úrslitini í síðstuni, og tann seinni er í betri formi enn leingi. Men kortini eru báðir vigaðir og funnir ov lættir – og tað upp á ein máta, ið bert kann geva dumpikarakter!
Um sæð verður burtur frá trimum teimum royndastu, sum eru tiknir út til Íslandsdystin, so hava hinir í hópinum í miðal tríggjar landsdystir í part. Til samanberingar kann nevnast, at á landsliðnum, sum í heyst fekk Føroyum fantastiska javnleikin ímóti Eysturríki, var miðaldystartalið 27…
At so fleiri av teimum úttiknu haraftrat hvørki hava form, felag ella dystarvenjing í langa tíð, fær úttøkuna at síggja sera tilvildarliga og óumhugsaða út, tí ein dystur ímóti Íslandi er altso ikki bara ein tilvildarligur venjingardystur, ið kann brúkast sum eksperiment, men ein nógv størri dystur enn so!