Theodor Eli Dam Olsen
----
Retorikkur hevur ikki altíð so gott orð á sær.
“Hatta er reinur retorikkur”, verður ofta sagt. Og tað er sjáldan meint jaliga.
Tað veldst tó um eygað, sum sær.
Longu frá gamlari tíð varð retorikkurin mettur sum eitt gagnligt kynstur.
Ja, mett varð, at ringur retorikkur, fanst ikki og var beinleiðis ein andsøgn, tí retorikkur skuldi umboða tað góða, vakra og sanna.
Hetta staðfesti tann grikski heimspekingurin Aristoteles longu í 3. øld fyri Kristi føðing.
Og tað er ikki av ongum, at Jóhannes evnagelistur byrjaði sítt evangelium “Í fyrstuni var orðið”, tí orð eru týdningarmikil og skapandi.
Bæði teir gomlu grikkarnir og rómverjarnir vistu, at skuldi ein røða vera góð, so skuldi bæði logos, ethos og pathos vera í lagi. Tað merkir skil og sannføring, trúvirði og kenslur.
Hetta fyrsta gekk sum oftast. Tað næsta var ikki altíð so lætt, meðan tað triðja mangan var tað torførasta at fáa at sita. Tað eru kenslur sum oftast.
Í vikuni helt Obama røðu. Hetta var seinnu ferð, hann bleiv tikin í eið sum forseti í USA, og retorikkurin var sterkur.
Eitt var at svarta einkjan eftir ein mannarættindastríðsmann talaði uttan fyri Hvítu húsini. Maður hennara varð myrdur í suðurstatunum í sekstiárunum, og heili 30 ár vóru gingin, til hvíti drápsmaðurin varð dømdur.
Tá er kenslustrongurin spentur, so bogin er um at bresta á hesum søguliga staði í høvuðsstaði stórveldisins. Tá er myndaligi retorikkurin saman við patriotisku tónunum í hásæti. Kanska ov nógv, halda summi.
Eftir tað kemur Obama sjálvur og argumenterar fyri, at orðini í amerikonsku grundlógini um, at øll eru vit eins, tá vit koma í hesa verð, skulu fremjast í verki.
At øll skulu hava sama rætt at nema sær útbúgving og samfelagsins ágóðar, hvørt tað hevur verið flóð ella fjøra á kistubotninum hjá tínum foreldrum.
Vit eiga øll somu rættindi – ikki bert mótvegis Guði, men eisini mótvegis menniskjum, segði forsetin.
Hetta var góður retorikkur, har bæði vit, skil, trúvirði og tað kensluborna gingu uppí eina hægri eind. Tí sjálvandi ber ikki til at argumentera, um skil ikki er í.
Samtíðis verður skotið upp her heima, at vit skulu gjalda fyri seingjarpláss á okkara sjúkrahúsum, og helst munnu bæði tann skynsama, trúverduga og kensluliga ketan leypa av hjá teimum flestu. Tað er ikki góður retorikkur.
Kanska hómast eitt samfelag við brúkaragjørdum í havsbrúnni!
Men ber tað til at “selja” hendan boðskapin? Og er tað ein góður boðskapur? Tað er í øllum førum ikki bara retorikkur...
Tað er upp til okkara vit og skil – og kenslur – um vit góðtaka hetta.
Tað veldst um eygað, sum sær – og hjartað, sum slær!