Teldubræv:
Men lat okkum heldur byrja frá byrjanini.
Ólavsøkan ?94 var sum tær flestu. Eftir tríggjar dagar við sera góðum vertskapi skuldi eg nú ta fjórða kvøldið spæla til dans í einari av ítrottarhøllunum í Havn. Ein fínur máti at enda ólavsøkuna uppá.
Eg hevði fingið ólavsøku-innivist hjá einum vinmanni, ið búði í újaðaranum av Havnini. Dagin eftir hettar seinasta kvøldið, skuldi eg beinleiðis til Danmarkar, har eg skuldi byrja í journalist-praktikk. Tískil var tað sera umráðandi fyri meg, at eg var tíðliga á fótum fyri at náa bussin til flogvøllin.
Eg hevði pakkað alt viðførið hjá mær, og sett tað inn í kamarið, har eg svav. Alt var sostatt klárt til Danmarkar-ferðina. Men sum tit óiva vita, so kann alt henda á ólavsøku, og tískil visti eg ikki, um eg kom beinleiðis heim, tá ið eg var liðugur at spæla. Hevði hoyrt okkurt um eina veitslu, ið var arrangerað aftaná dansin. So tað kundi væl verða, at eg slettis ikki náddi at koma heim í song áðrenn eg skuldi avstað við bussinum.
»Onki problem«, segði vinmaðurin. »Eg lati hurðina standa opna, so tú sleppur inn, nær tú so kemur«, lovaði hann áðrenn eg fór oman í høllina.
Ná, men kvøldið gekk væl. Nógv fólk hugnaði sær til dansin í høllini, og hýrurin var somuleiðis sera góður til veitsluna, vit høvdu aftaná dansin. So tá ið eg langt um leingi vendi nøsini heimeftir, mundi klokkan verða umleið hálvgun sjey um morgunin. Og bussurin til flogvøllin koyrdi klokkan átta, so eg hevði faktisk skund.
Eg bleiv tískil ikki sørt argur, tá ið eg tók í dyrnar hjá vinmanninum. Hurðin var stongd!
Nú vóru góð ráð dýr. Tí knappliga mintist eg, at tá ið eg var á veg í ball fyrr á náttini, hevði eg møtt vinmanninum og konuni, sum vóru á veg heim. Og tey vóru - hvussu skal eg siga tað - ikki sørt "svimmul" bæði tvey. Nú lógu tey óiva og svóvu rúsin av, tí eingin kom út og lasti upp, líkamikið hvussu eg rópti og bankaði.
Soleiðis mundi eg standa í umleið 15-20 minuttir. So gekk eg eitt sindur runt um húsini fyri at vita, um ikki eitt vindeyga stóð upp á glopp onkustaðni.
Og so pínadoyð um ikki gluggin í baðirúminum stóð eitt sindur opin!
Nú halda tit nokk, at allir mínir trupulleikar vóru loystir. Og so langt frá! Tann fyrsti trupulleikin var sjálvur gluggin, ið var so lítil og so høgt uppi á húsasíðuni, at eg neyvan vildi klára at klatra heilt harupp, og síðani troðka meg inn ímillum allar urtapottarnar og teir smáu keramikfigurarnar.
Tann næsti trupulleikin var nógv torførari, enn tann lítli gluggin. Vinmaðurin hevði nevniliga høsn gangandi í einari gyrðing við húsini. Gyrðingin var gjørd soleiðis, at vesturendin og norðursíðan av húsunum vóru innigyrd. Og tá ið tann lítli, opni gluggin var á norðursíðuni, so skuldi eg faktisk inn í gyrðingina fyri at klúgva upp til gluggan.
Nei, nú skula tit ikki flenna! Narkar fáar, tápuligar og bangnar hønir ræða ikki ein vælvaksnan eysturoying. Men hanan ræddist eg sum pestin! Hettar var nevniliga ikki nakar vanligur hani, men ein stórur psykopat-hani!
Vinmaðurin hevði ein dagin áðrenn ólavsøku víst mær, hvussu illsintur hanin var. Kom nakar inn í gyrðingina, so leyp hann á pikkandi og klórandi.
Men klokkan var nú farin av sjey, so okkurt mátti gerast. Eg stóð eina løtu og tók dyrvi til mín. Hanin gekk róligur og stoltur og spákaði ímillum allar sínar hønur innan fyri gyrðingina. Stillur sum ein ketta klatraði eg yvir gyrðingina, og sníkti meg fram við húsasíðuni ímóti tí opna glugganum. Tá ið eg var komin hálva leið, fekk hanin eyga á meg og kom stórleypandi ímótir mær. Eg mátti faktiskt renna fyri lívinum út úr gyrðingini. Hanin sá út til at njóta sigur sín. Gekk so spelkin aftur og fram innanfyri, meðan hann hugdi forhánisliga uppá meg.
Nú var tað við at koma panikkur í meg. Klokkan var nú 12 minuttir yvir sjey, og eg mátti gera eitt ella annað. Annars kom eg ov seint til flogvallarbussin. Eg royndi enn einaferð at banka og rópa, men einki hjálpti. Alt var kvirt og friðarligt.
Eg legði eina nýggja strategi. Um eg nú fekk lokka hanan heilt yvir í vestara hornið av gyrðingini, so kundi eg renna runt um húsini til norðursíðuna, klúgva yvir gyrðingina og klatra upp til vindeyga, áðrenn hanin náddi at skilja, hvat ið hendi. Jú, hettar var nokk einasti mátin.
So fór eg í gongd. Nú skuldi eg vísa hasum forbrenda beistinum, at eg var klókari enn hann! Í túninum við grannahúsini fann eg ein lítlan stiga. Hann stillaði eg tætt við gyrðingina norðan fyri húsini hjá vinmanninum. So gekk eg runt um húsini, heilt yvir í vestara hornið á gyrðingini og lat sum um eg skuldi klúgva uppum hegnið. Og jú, hanin kom rennandi beinanvegin.
Efir at hava øst hanan væl og virðiliga eina løtu, vendi eg mær knappliga á, rann við miklari ferð runt um húsini, fekk fatur á tí lítla stiganum meðan eg rann, sprakk uppum gyrðingina norðan fyri húsini, og rann so ímóti tí opna vindeyganum.
Hjarta bankaði vilt ímeðan eg setti stigan upp ímóti húsavegginum. Út ígjøgnum eygnakrókarnar sá eg hanan koma við fullari ferð runt um húsahornið. Stigin var gamal og rotin og brakaði undir vektini, tá ið eg steig upp á fyrsta trinið. Hanin var næstan hjá stiganum, tá ið eitt av trinunum brotnaði!
Eg skríggjaði av angist! Adrenalini pumpaði í kroppinum! Hjáááálp!!!
Tað var næstan eitt undur, at eg fekk fatur á vindeygakarminum just sum hanin var við at leypa á. Við mínum seinastu kreftum fekk eg syft meg upp, og fór so eftir høvdinum inn ígjøgnum tað tronga vindeygað, so urtapottar og smáir keramikfigurar fuku í allar ættir.
Eg lá eina løtu á baðirúmsgólvinum, ímeðan pulsurin kom niður ímóti tí normala. Síðani fór eg inn í kamarið og tók viðførið, og ringdi eftir einum hýruvogni. Eg hoyrdi ógvusligt snork úr sovikamarinum hjá vinmanninum og konuni ímeðan eg lat úthurðina upp og steig út í morgunluftina.
Og ímeðan eg bíðaði eftir hýrivogninum hoyrdi eg ein hana gala. Soleiðis endaði hendan ólavsøkan.










