hjá formanninum í donsku fíggjarnevndini, Kristian Thulesen Dahl, um skerjingina av heildarveitingini vóru ikki bara tóm orð. Í kjalarvørrinum av kjakinum um føroyska fiskimannafrádráttin í donsku fjølmiðlunum [...] skattatrýst enn vit hava í Danmark, sigur 60 ára gamli fólkatingslimurin hjá Dansk Folkeparti, Per Dahlgaard, ið eisini er limur í fíggjarnevndini. Framsøgumaðurin hjá Dansk Folkeparti í fíggjarmálum er vanliga [...] burturstaddur komandi dagarnar. Hin limurin í fíggjarnevndini hjá Dansk Folkeparti, Per Dahlgaard, er tí framsøgumaður hjá flokkinum komandi dagarnar. -Eg las í bløðunum í farnu viku, at tit aftur ótálmað eru
Fyrsta árið gekk hann í Danmark, men so slapp hann inn í Føroyum har hann eisini gjørdi seg lidnan. Eftir lokna útbúgving fór hann í starv hjá ÚF har hann hevur verið síðani. Tað segist, at hann hevði 10 túrakort [...] Helga hjá Mariu Laksafoss. Eftir loknað skúlagongd í fólkaskúlanum fór hann til Gøtugjógv og tók studentsprógv. Seinasta árið í studentaskúlanum tók hann, í tí tá spildur nýggja skúlanum á Kambsdali. Kári [...] stuttligt. Einaferð var hann í ferð við at ræna Unibank í Lemvig. Íklæddur víkingaklæðir, træsvør og skjøldur, var biðið um "alle pengene" - tvey sekund gingu so vóru øll í skelli láturi, ið inni vóru.
ástøði Kierkegaard í føroyskum kjaki Umframt at geva innlit í ein ómetaliga hugtakandi hugaheim, metir Ólavur bókina ikki minst vera eitt hóskandi íkast til átrúnaðarliga kjakið í Føroyum í løtuni. Ólavur [...] , svørt samvitska og angist heldur tí fast í. Ólavur vísir á, at hesir tankar førdu Kierkegaard víða um í menniskjasinninum og gjørdu hann til slóðbrótara í granskingini av dulvitinum, langt áðrenn Freud [...] møguleika at seta hesar tankar í eitt størri, meiningsfult høpi. Í bókini vísir Ólavur eisini á, hvussu Victor Danielsen beinleiðis brúkti tankarnar hjá Kierkegaaard í síni uppgerð við fólkakirkjuna,
kennist aftur í øllum satsunum og at enda í seinasta satsi verður broytt úr moll í dur. Eftir inngangin kemur Allegro con anina, eitt synkoperað, eitt sindur dreivandi tema, sum er høvuðstemaið í satsinum. [...] hon í dag hansara best umtókta og mest spælda. Symfoniin hevur fýra satsir og byrjar við einum tema í klarinettini saman við djúpu strúkarunum. Hetta er tað sonevnda "lagnutemaið", sum, eins og í Lagnusymfoni [...] lutvís byggir á eitt vísulag, sum Tschaikowsky hoyrdi ein 10-12 ára gamlan drong syngja í einari av gøtunum í Firenze í Italiu. Eisini her hoyrtist "lagnutemaið", hóast veikari og ikki so hóttandi, men mest
Dam á Neystabø sigur, at hon ivast onga løtu í, at ein virðilig loysn verður funnin, sum tryggjar, at eisini tey gomlu fáa lut í tí framburði, sum er í Føroyum í dag. Øll vita, sigur hon, at alt er vorðið [...] pensionistunum. Tær standa í stað og minka reelt í virði. Tí vil Sjálvsstýrisflokkurin hava eina hækking í fólkapensiónini, sum munar í minsta lagi líka vlæl sum tann, sum gjørd varð í fjør, tá umleið 1.000 [...] fólkapensiónina enn einaferð. Í øðrum heimi Formaðurin í Sjálvsstýrisflokkinum heldur, at tann, sum sigur seg ikki hava frætt um ætlanir floksins um at hækka pensiónirnar, livir í eini aðrari verð ella bara
Rasmussen og fløgan verður send út á marknaðin í øllum heiminum. ? Tað er langt síðani, at BIS vísti áhuga fyri mínum tónleiki. Leiðarin í felagnum var í Føroyum í sambandi við frumframførsluna av Oceanic Days [...] Rasmussen á tíðindafundi í gjár. Hetta er fyrsta fløgan við tónleiki hjá Sunleifi, sum verður send út á altjóða marknaðin. BIS gevur fløgur út í Evropa, Norðuramerika, Kanada og í teimum eystaru londunum [...] in Í næstu viku skal Sunleif til Helsinki at móttaka tónleikavirðislønina hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Longu í dag, hósdag, fer hann niður til Danmarkar, og har skal hann gera tvær samrøður í sambandi
skjótast. Atli segði við Sosialin fyrr í vikuni, at í aðrari nótini doyggja eini 150 fiskar um dagin av ILA; í hinari einir 75-100. - Men tá ið sjúkan fyrst er í útbroti, kunnu tølini av deyðum fiski skjótt [...] felagið hevur laks gangandi fyri 30 miljónir krónur í fimm nótum. Í tveimum av nótunum, har eini 800 tons av laksi svimja, hevur ein partur av fiskinum ILA í útbroti. Tí krevur skipanin, sum er galdandi á økinum [...] truplari, um feløgini ikki høvdu víst forstáilsi í verandi støðu. Tað var nevniliga stutt fyri, at verkfallið byrjaði, at ILA í útbroti varð staðfest í alibrúkinum hjá P/F Luna á Gøtuvík. Nú verkfall er
heilsu- og kostráðgevi. Eisini undirvísir hon í heilsu og kosti í kvøldskúlanum í Runavík. - Kostráðgeving ella terapi er rættiliga nýtt, og sertakliga í Føroyum, verður ikki hildið so nógv um slíkar viðg [...] eingin ivi er um, at heilsan í stóran mun liggur í okkara egnu hondum. Keldan til góða heilsu 4o ára gamla Olga Hentze er fødd í Ukraine. Síðani hon var blaðung hevur hon havt áhuga í náttúruviðgerðarhættum [...] skeið, bæði í Ukraine og Onglandi, eitt nú alternativum heilivági. Eina tíð búði hon í Vestur Afrika, har hon hevði egna læknastovu, men í 2001 flutti hon til Føroya við familju sínari. Í løtuni býr hon
Støðini, sum í dag rópast Baffin Island, Labrador og New Foundland. Framsýningin, sum ber heitið »Vikings ? the North Atlantic Saga« fór av bakkastokki í amerikanska høvuðsstaðnum Washington í apríl í fjør. Fram [...] Símun V. Arge ein áhugaverdan kapitul um víkingatíðina í Føroyum. Útsjónd og uppseting í bókini allari eru hartil ein fragd fyri eygað. Fremst í bókini er mynd úr Suðuroy, sum Símun V. Arge hevur tikið [...] 19. september. Dagliga hava 2000-5000 fólk vitjað framsýningina í New York, til hon lat aftur í síðstu viku, sigur Smithsonian stovnurin í National Museum of Natural History, sum er karmur um framsýningina
royndarkoyra teldukervið í sambandið við japanska gjaldoyramarknaðin. Eisini fór ein skipan, ið savnar upplýsingar til smá flogfør. Í Suður-Korea máttu 900 íbúðir í høvuðsstaðnum trína inn í ár 2000 uttan hita [...] markar inn á konto sína. Ein annar kundi í einum banka fekk 13 milliónir markar inn á konto sína. Hildið verður í báðum førum, at talan er um ár 2000 trupulleikar. Í Svøríki fingu trý sjúkrahús trupulleikar [...] við hjartarútmuni hjá sjúklingum. Maskinurnar vístu ár 1900 í staðin fyri ár 2000 í ein hálvan tíma, áðrenn fólk uppdagaðu, hvat var galið. Í Onglandi brutu 10.000 gjaldskortterminalar saman teir fýra dagarnar