Størsta verkið hjá Føroya Symfoniorkestri

   

Á konsertini 26. oktober fer Føroya Symfoniorkestur at framføra størsta verkið, sum nakrantíð hevur verið á skránni hesi tjúgu árini, orkestrið hevur verið til. Framførd verður Symfoni nr. 5 í e-moll, opus 64 av Pjotr Tschaikowsky.
Pjotr Tschaikowsky hevur skrivað 6 symfoniir og verður roknaður sum ein av teim stóru symfonikarunum. Føroya Symfoniorkestur hevur hesa ferð sett sær fyri at framføra 5. symfoni í e-moll, opus 64, av hesum stóra tónaskaldi, og er hetta ivaleyst størsta avbjóðingin, orkestrið higartil hevur sett sær, og er helst eisini størsta symfoniska verk nakrantíð, framført her á landi. Helst hevur Tschaikowsky møtt Grieg í Leipzig 1888, tá hann fær hugskotið til hesa symfoni. Hann hevði annars ikki skrivað nakra symfoni seinastu 11 árini, so hann helt, at hann hevði ikki fleiri hugskot og var "úttømdur", sum hann tók til. Men fyrsta hugskotið stavar frá hesi tíðini, tá teir báðir møtast, og Tschaikowsky sigur, at tað finnast leivdir av Grieg í hesi symfoni - tí hann hevur á munni, at "vakrari enn Grieg dugir eingin at syngja". Hóast symfoniin ikki hevði serliga góða móttøku, fyrstu ferð hon varð framførd í St. Pætursborg, so er hon í dag hansara best umtókta og mest spælda.
Symfoniin hevur fýra satsir og byrjar við einum tema í klarinettini saman við djúpu strúkarunum. Hetta er tað sonevnda "lagnutemaið", sum, eins og í Lagnusymfoni Beethovens, kennist aftur í øllum satsunum og at enda í seinasta satsi verður broytt úr moll í dur. Eftir inngangin kemur Allegro con anina, eitt synkoperað, eitt sindur dreivandi tema, sum er høvuðstemaið í satsinum. Sum mótsetningur koma aftur nøkur synkoperaði hugarensl í valstakt, men satsurin endar við høvuðstemanum, heldur dartandi ella fjáltruskotið. Annar satsur Andante cantabile er eitt av vakrastu løgunum fyri waldhorn í symfoniska litteraturinum. Her sýnir Tschaikowsky sínar serligu melodiskapandi gávur; ein kærleikans elegi, sum onkur tónaummælari hevur tikið til. Triði satsur er ein yndisligur valsur, Allegro moderato, sum lutvís byggir á eitt vísulag, sum Tschaikowsky hoyrdi ein 10-12 ára gamlan drong syngja í einari av gøtunum í Firenze í Italiu. Eisini her hoyrtist "lagnutemaið", hóast veikari og ikki so hóttandi, men mest sum ein færri. Fjórði satsur, Inngangur, Andante maestoso, við "lagnutemanum" í dur og umgjørt, so lurtarin hevur eina kenslu av einum russiskum sálmi. Hetta verður brotið av einum Allegro vivace, sum næstan kann nevnast sum ein russiskur fólkadansur. Men tað er hetta broytta lagnutemaið, sum merkist gjøgnum allan satsin, sum endar í triumf ellar sigursælu.
Umframt Tschaikowsky, verður eisini framførd Festouvertura og Klaverkonsert nr. 2 av Dimitri Schostakowitsch. Solistur er Jóhannes Andreasen og dirigentur er Bernhard Wilkinson.
Verið vælkomin í Norðurlandahúsið í Føroyum til eina áhugaverda musikalska uppliving við Føroya Symfoniorkestri sunnudagin 26. oktober klokkan 16:00 2003.