Hóttanirnar hjá formanninum í donsku fíggjarnevndini, Kristian Thulesen Dahl, um skerjingina av heildarveitingini vóru ikki bara tóm orð.
Í kjalarvørrinum av kjakinum um føroyska fiskimannafrádráttin í donsku fjølmiðlunum í summar segði Kristian Thulesen Dahl, ið umboðar Dansk Folkeparti í Fólkatinginum, at hann vildi virka fyri, at danska heildarveitingin skuldi verða ein týðandi partur av fíggjarlógarsamráðingunum við stjórnina í heyst.
Dansk Folkeparti fer eftir øllum at døma at gera álvara av hesum ætlaninum.
-Eg ivist stórliga um danski borgarin vil góðtaka, at tit fáa eina árliga heildarveiting úr Danmark, sum tit ikki hava brúk fyri, tí tað er jú ein sannroynd, at stórur partur av heildarveitingini verður nýtt til at fíggja eitt lægri skattatrýst enn vit hava í Danmark, sigur 60 ára gamli fólkatingslimurin hjá Dansk Folkeparti, Per Dahlgaard, ið eisini er limur í fíggjarnevndini.
Framsøgumaðurin hjá Dansk Folkeparti í fíggjarmálum er vanliga Kristian Thulesen Dahl, men hesin er júst blivin pápi, og verður burturstaddur komandi dagarnar. Hin limurin í fíggjarnevndini hjá Dansk Folkeparti, Per Dahlgaard, er tí framsøgumaður hjá flokkinum komandi dagarnar.
-Eg las í bløðunum í farnu viku, at tit aftur ótálmað eru farnir undir at byggja glæsiligar tunlar, og eg kann tí als ikki vil útihýsa møguleikanum fyri, at vit í samráðingum við stjórnina fara at umrøða eina møguliga skerjing av heildarveitingini, vísir Per Dahlgaard á.
Í farnu viku almannakunngjørdi VK-stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen fíggjarlógaruppskotið fyri 2005, og í næstum fer stjórnin at tingast við hinar flokkarnar í Fólkatinginum um uppskotið.
Keypa atkvøður
Spurdur, um Dansk Folkeparti væntar at fáa politiskan stuðul í Fólkatinginum fyri eini møguligari skerjing av heildarveitingini til Føroya, svarar Per Dahlgaard avgjørdur nei.
-Eg kann hvørki ímynda mær, at Venstre ella Javnaðarflokkurin vilja skerja heildarveitingina. Stendur tað til hesar flokkar, verður heildarveitingin helst økt, so flokkarnir kunnu vinna nakrar norðuratlantiskar atkvøður til komandi val. Vit hava jú dømi um, at Nyrup keypti seg til hvítusunnupakkan á sinni við at lata føroyingum eina hægri heildarveiting, sigur Per Dahlgaard.
Tá tit kortini ikki vænta at fáa politiskan stuðul fyri eini skerjing av heildarveitingini, eru ætlanirnar hjá tykkum ikki bert við til at elva til klandur í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark við?
Nei tað vil eg ikki siga. Eg ivist ikki í føroyingar eru skilagóðir, og skilja, at vit kunnu also ikki lata eina árliga heildarveiting, sum verður nýtt til eitt lægri skattatrýst í Føroyum. Vit mugu jú hava fair play, vísir Per Dahlgaard á.
Heldur Dansk Folkeparti at ríkisfelagsskapurin skal varðveitast?
Dansk Folkeparti vil gjarna varðveita ríkisfelagsskapin. Ynskja føroyingar hinvegin at sleppa úr ríkisfelagsskapinum, standa vit teimum ikki í vegin. Velja tit at fara úr Ríkisfelagsskapinum, so sigur tað seg sjálvt, at tit mugu klára tykkum uttan heildarveitingina, sigur Per Dahlgaard at enda.
: