Kierkegaard fyrstu ferð á føroyskum

- Tankarnir hjá Kierkegaard hava kanska ongantíð verið meir viðkomandi enn beint nú  ikki minst sum vitborið mótspæl til fundamentalistiska rákið í Føroyum seinnu árini, sigur Ólavur Rasmussen, sum í dag gevur út fyrstu føroysku bókina um Søren Kierkegaard

Í dag 11. november, júst 150 ár eftir at Søren Kierkegaard doyði, fáa vit fyrstu ferð høvi at lesa danska heimsspekingin á føroyskum. Tað er Ólavur Rasmussen, prestur, sum hevur skrivað bókina Søren Kierkegaard, Antin Ella, har tankarnir hjá heimskenda heimsspekinginum eisini verða lýstir í mun til føroyska trúarsøgu.
Uppgerð við fundamentalismuna
Tankarnir hjá Kierkegaard fevna víða, men fyrst av øllum er hansara kristna humanisma ein endalig uppgerð við alla fundamentalismu og hóttanir um ein revsandi Gud. Í hesum sambandi nevnir Ólavur, at  Kierkegaard sjálvur vaks upp í einum strangt pietiskum heimi, har áhaldandi tosið hjá pápanum um ein tyktandi og revsandi Gud, fekk sannført ræðslusligna smádrongin um, at hann fór at brenna upp í helviti. Fyri tann vaksna Kierkegaard var ongin ivi um, at slíkar hóttanir eru størsta brotsverkið, foreldur kunnu fremja móti sínum børnum.
Sambært Kierkegaard kann og skal tað einstaka menniskja bara umboða sín egna sannleika. Í tí liggur, at ongin kann siga øðrum, hvussu tey eiga at liva. Hetta treytar, at tað einstaka menniskja góðtekur seg sjálvt, sum tað nú einaferð er og slítur tær leinkjur, skuldarkensla, svørt samvitska og angist heldur tí fast í.
Ólavur vísir á, at hesir tankar førdu Kierkegaard víða um í menniskjasinninum og gjørdu hann til slóðbrótara í granskingini av dulvitinum, langt áðrenn Freud kom við sínum sálarfrøðiliga ástøði
Kierkegaard í føroyskum kjaki
Umframt at geva innlit í ein ómetaliga hugtakandi hugaheim, metir Ólavur bókina ikki minst vera eitt hóskandi íkast til átrúnaðarliga kjakið í Føroyum í løtuni. Ólavur hevur fylgt hesum kjakinum gjølla og tekur tað sum týðiliga ábending um, at føroyingar eru við at vakna úr einum dvala. Eftir úrslitið av kirkjuráðsvalinum í vikuni er lítil ivi um, at føroyingar átrúnaðarliga ynskja at koma burtur úr myrku miðøldini, heldur hann.
- So neyðugt og viðkomandi hetta kjakið er, slepst ikki undan, at støðið ofta hevur verið óvirðiliga lágt og karmarnir óvanliga trongir. Modernað menniskju hava framvegis tørv á at gruna yvir tilveruna og sambandið við Gud, og við Kierkegaard fáa vit ein áhugaverdan møguleika at seta hesar tankar í eitt størri, meiningsfult høpi.
Í bókini vísir Ólavur eisini á, hvussu Victor Danielsen beinleiðis brúkti tankarnar hjá Kierkegaaard í síni uppgerð við fólkakirkjuna, hóast munurin á teirra átrúnaðaligu sannføringum var rættiliga stórur. Í so máta kann bókin sigast at vera slóðbrótandi í mátanum, hon sær eitt beinleiðis samband millum heimsspekina hjá Kierkegaard og føroyska trúarsøgu.
Bygnaðarliga er Søren Kierkegaard, Antin Ella skipað kring uppvøksturin hjá Kierkegaard og høvuðshendingar í hansara lívi, meðan heimsspekin verður lýst við atliti til samtíðina og sett í mun til føroysk viðurskifti. Nýggir lesarar av Kierkegaard kunnu hóskandi byrja her, tí bókin treytar ongan kunnleika til kenda heimsspekingin frammanundan.