Sunleif Rasmussen útgivin um allan heim

Stóra svenska plátufelagið BIS hevur júst givið fløguna Surrounded út. Talan er um tónleik hjá Sunleif Rasmussen

Svenska plátufelagið BIS hevur givið út fløguna Surrounded. Á fløguni er tónleikur hjá Sunleif Rasmussen og fløgan verður send út á marknaðin í øllum heiminum.
? Tað er langt síðani, at BIS vísti áhuga fyri mínum tónleiki. Leiðarin í felagnum var í Føroyum í sambandi við frumframførsluna av Oceanic Days, og tá varð longu ein avtala gjørd um at gera eina fløgu, segði Sunleif Rasmussen á tíðindafundi í gjár.
Hetta er fyrsta fløgan við tónleiki hjá Sunleifi, sum verður send út á altjóða marknaðin. BIS gevur fløgur út í Evropa, Norðuramerika, Kanada og í teimum eystaru londunum.
? At fløgan verður send út upp á hendan mátan vil siga, at fleiri fólk koma at kenna mín tónleik. Og bara felagið er longu kent, so tað ger eisini rættiliga nógv, sigur Sunleif Rasmussen.

Tónleikavirðislønin
Í næstu viku skal Sunleif til Helsinki at móttaka tónleikavirðislønina hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Longu í dag, hósdag, fer hann niður til Danmarkar, og har skal hann gera tvær samrøður í sambandi við fløguna. Eisini í Helsinki er áhugin fyri fløguni stórur, tí umframt samrøður í sambandi við tónleikavirðislønina, skal hann gera tríggjar aðrar samrøður sum bara snúgva seg um fløguna.
? Ætlanin var, at fløgan skuldi koma út um eitt ár, men av tí, at eg vann tónleikavirðislønina, gjørdi felagið av at framskunda útgávuna. Meira enn 70 fløgur standa á bíðilista og bíða eftir at verða givnar út, tí BIS gevur bara millum 12 ? 15 fløgur út um árið, greiðir tónaskaldið frá.
Á tíðindafundi mikumorgunin segði Sunleif, at nú var hann so smátt farin at hugsa um tað, at hann skuldi til Finlands at taka ímóti eini tónleikavirðisløn.
? Ja, eg skrivaði takkartalu í gjár. Hon skal sendast víðari, tí hon skal umsetast bæði til finskt og íslendskt, sigur Sunleif smílandi.
Takkartalan skal umsetast, tí sent verður beinleiðis í sjónvarpið, og tá skal tesktur á.
Skráin í Helsinki er longu full. Ella tað ljóðar hon til at vera í øllum førum. Sunnukvøldið gongur leiðin úr Danmark til Helsinki, og mánadagin skulu eini tríggjar ella fýra samrøður gerast. Fyrrapartin týsdagin verður tíðindafundur, og seinnpartin skulu aftur nakrar samrøður fáast undir land hjá fjølmiðlafólkunum. Og týskvøldið verður sjálv handanin og veitslan.
Annars hevur Sunleif Rasmussen rættiliga fitt at gera næstu mánaðarnar. Millum annað skal hann luttaka á tveimum festivalum. Annar verður í Berlin í endanum av næsta mánað. Tað er Magma festivalurin og har verður norðurlendskur tónleikur spældur. Sunleif skal millum annað spæla tónleik av fløguni.
Í byrjanini av desember gongur leiðin til Írlands. Eisini har verður ein festivalur, sum Sunleif skal luttaka á.
Fløgan Surrounded skuldi koma til Føroya í gjárkvøldið, so hon skuldi skjótt staðið á hillunum í sølubúðunum. Fyrsta upplagið lá einastaðni millum 2000 og 3000 fløgur.