ILA og tøka
Týsdagin høvdu vit samrøðu við Atla Gregersen, sum eitt nú hevur ábyrgdina av alingini hjá P/F Luna á Gøtuvík, har felagið hevur laks gangandi fyri 30 miljónir krónur í fimm nótum.
Í tveimum av nótunum, har eini 800 tons av laksi svimja, hevur ein partur av fiskinum ILA í útbroti. Tí krevur skipanin, sum er galdandi á økinum, at hesin fiskur verður tikin sum skjótast.
Atli segði við Sosialin fyrr í vikuni, at í aðrari nótini doyggja eini 150 fiskar um dagin av ILA; í hinari einir 75-100.
- Men tá ið sjúkan fyrst er í útbroti, kunnu tølini av deyðum fiski skjótt "eksplodera", soleiðis at einir 1000 fiskar fara at doyggja um dagin.30 fólk
Men tað er ikki bara á Gøtuvík, at ILA-sjúkan ger feigdina um seg í hesum døgum. Støðan er minst líka so ring hjá onkrum øðrum alara, sum tó hevur valt ikki at gera so nógv burtur úr alment.
Arbeiðarafeløgini, sum eru í verkfalli, hava givið kreppuraktu alibrúkunum undantaksloyvi at taka fisk, sum er fongdur við ILA.
Í Gøtu arbeiða soleiðis eini 30 fólk við undantaksloyvi í hesum døgum og royna at fáa sum mest burtur úr nótini.
Atli Gregersen sigur, at undantaksloyvi, sum arbeiðarafeløgini hava givið, er munagott, og hann ásannar, at støðan hevði verið nógv truplari, um feløgini ikki høvdu víst forstáilsi í verandi støðu.
Tað var nevniliga stutt fyri, at verkfallið byrjaði, at ILA í útbroti varð staðfest í alibrúkinum hjá P/F Luna á Gøtuvík.
Nú verkfall er, og eingin fiskur verður sendur feskur og ísaður av landinum ella arbeiddur á portiónsvirkjum í Føroyum, verður allur laksurin, sum verður tikin, frystur. Hetta gevur ein minni prís til frammanundan so hart raktu alararnar, sum noyðast at drepa allan tann sjúka fiskin ? og í summum førum áðrenn hann annars er tøkuførur.
Bøtir um
Í Gøtu kundu 30 fólk fara til arbeiðis seinasta leygardag við undantaksloyvi frá arbeiðarafeløgunum.
- Vit frysta laksin í Gøtu og á Strondum, har vit hava leigað okkum inn, og nú kunnu vit taka tað, sum vit megna at frysta; tað eru eini 20-25 tons um dagin, sigur Atli Gregersen.
Hann vísir á, at var støðan vanlig, og vit ikki høvdu verkfall, hevði felagið kunnað tikið eini 60 tons av laksi um dagin.
- Men vit síggja longu nú, at tað hevur bøtt munandi um støðuna á Gøtuvík, at vit hava fingið undantaksloyvi at arbeiða við 30 fólkum.
Hann vísir á, at tann sjúkasti fiskurin vanliga svimur ovast í nótini, og tað er í fyrsta lagi hendan fiskin, teir royna at fáa fatur á, soleiðis at fellið verður minni.
- Tað sær betur út í nótini nú, enn áðrenn tøkan byrjaði, sigur Atli Gregersen.