Landsstýrið var kunnað

Tað er hvørki yvirbjóðing, ábyrgdarleyst ella valagn at tryggja okkara gomlu eina hækking í fólkapensiónini. Tað er okkara skylda. Og landsstýrið var kunnað um uppskotið, áðrenn fíggjarlógin varð løgd fram, sigur Helena Dam á Neystabø

 

 

Fólkapensión

 

 

 

Tað er ikki beint, tá samgongulimir siga, at teiy ikki kendu til uppskot Sjálvsstýrisfloksins fyrr enn eftir, at fíggjarlógin var løgd fram. Skriv um hetta varð sent landsstýrinum tann 16. september, meðan fígjarlógaruppskotið varð lagt fram tann 28. september, sigur Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvsstýrisflokkinum, sum eigur nógv umrødda uppskotið um hækkan av fólkapensiónini.

 

Helena Dam á Neystanbø vil ikki hava sitandi á sær, at hon er komin við hesum uppskotinum í yvirtíðini bara fyri at gjara út og egna upp undir val.

 

Hon heldur tað vera løgið, at tað bara er, tá tosað verður um tey gomlu og teirra pensiónir, at talan skal vera um valagn. Er hinvegin talan um risastórar íløgur upp á fleiri hundraðtals milliónir krónur ella flyting at almennum stovunum og stýrum í egið valdømi, er ikki talan um valagn, vísir hon á.

 

Enn løgnari tykir tað Helenu Dam á Neystabø, at tað skal vera púra ókent fyri samgongulimum, at neyðugt er at hækka fólkapensiónina enn einaferð.

 

 

 

Í øðrum heimi

 

Formaðurin í Sjálvsstýrisflokkinum heldur, at tann, sum sigur seg ikki hava frætt um ætlanir floksins um at hækka pensiónirnar, livir í eini aðrari verð ella bara ikki vil minnast tað, sum ført hevur verið fram bæði í skrift og talu.

 

Sjálvsstýrisflokkurin heldur tað ikki vera ábyrgdarleyst at krevja hækkandi fólkapensiónir. Tvørtur í móti hevði tað verið ábyrgdarleyst ikki at kravt tað, sigur Helena Dam á Neystabø.

 

Pensiónirnar hava ofta verið til viðgerðar bæði í Løgtinginum og samgonguni, sigur hon. Og hvørja ferð hevur Sjálvsstýrisflokkurin ført fram, at hann vil styrkja ta samhaldsføstu skipanina. Tí tey, sum eru gomul í dag, fáa als onga nyttu av eini eftirlønaruppsparing. Tað fer at ganga ov long tíð, áðrenn pengar eru tøkir til eina líkinda útgjalding.

 

 

 

Finna loysn

 

Helena Dam á Neystabø sigur, at hon ivast onga løtu í, at ein virðilig loysn verður funnin, sum tryggjar, at eisini tey gomlu fáa lut í tí framburði, sum er í Føroyum í dag.

 

Øll vita, sigur hon, at alt er vorðið nógv dýrari, enn tað fyrr hevur verið. Eisini vanliga húsarhaldsvørur, sum er stórur partur av tí, pensionistarnir brúka.

 

Tá so er, plaga lønirnar vanliga eisini at hækka, sigur Helena Dam á Neystabø. Bara ikki hjá pensionistunum. Tær standa í stað og minka reelt í virði.

 

Tí vil Sjálvsstýrisflokkurin hava eina hækking í fólkapensiónini, sum munar í minsta lagi líka vlæl sum tann, sum gjørd varð í fjør, tá umleið 1.000,- krónur vórðu lagdar oman á viðbótina.

 

Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvsstýrisflokkinum, sigur, at flokkurin gjørdi greitt frá fyrsta degi, hendan samgongan fór til verka, at sjálvsstýrisgongdin má ikki ganga út yvir tey veiku í samfelagnum. Tað eru teir breiðu herðarnir, sum skulu bera tær eyka byrðarnar, sum koma.