Komu væl gjøgnum ársskiftið

Úti í heimi eins og í Føroyum fór skiftið frá 1999 til 2000 fram uttan stórvegis trupulleikar

Hóast mongu stúranirnar kring heimin um, hvussu ártúsundskiftið fór at ávirka elektróniska útgerð kring allan heimin, spældi alt væl av kortini. Dómadagsprædikurnar hildu ikki. Talan var bert um smávegis trupulleikar.

Danska blaðið Jyllandsposten hevur fylgt við, hvussu ár 2000 trupulleikin hevur gjørt um seg kring heimin. Blaðið veit úr Týsklandi at siga frá, at eitt felag hjá nøkrum týskum tíðindafólkum brádliga fekk næstan 4 milliónir týskar markar inn á konto sína. Ein annar kundi í einum banka fekk 13 milliónir markar inn á konto sína. Hildið verður í báðum førum, at talan er um ár 2000 trupulleikar.

Í Svøríki fingu trý sjúkrahús trupulleikar við sokallaðu ekg-maskinunum, ið verða nýttar til at halda eygað við hjartarútmuni hjá sjúklingum. Maskinurnar vístu ár 1900 í staðin fyri ár 2000 í ein hálvan tíma, áðrenn fólk uppdagaðu, hvat var galið.

Í Onglandi brutu 10.000 gjaldskortterminalar saman teir fýra dagarnar frammanundan ártúsundskiftinum. Ein central telda, ið júst goymir upplýsingar í fýra dagar, kláraði ikki ár 2000, og tí máttu fleiri túsund handlar heita á kundar sínar um at gjalda kontant ella avgreiða kortgjaldið manuelt.

Í Italia sendi telefyritøkan, Telecom Italia, rokningar út fyri fyrstu tveir mánaðirnar ár 1900.

Í Spania máttu starvsfólkini á einum elverki stýra streymveitingini manuelt, tá teldan, ið skuldi rokna styrkina til streymveitingina út, breyt saman. Harafturat sluppu starvsfólk á einum atomverki í Spania ikki framat einum trygdarøki, orsakað av ár 2000 trupulleikum.

Í Japan fór útgerðin til at mála geislanina á einum kjarnorkuverki, men hetta ávirkaði sambært umboðsfólkum hjá verkinum ikki trygdina. Afturat hesum fingu tólv japonsk meglaravirki trupulleikar, tá virki nýttu allan sunnudagin at royndarkoyra teldukervið í sambandið við japanska gjaldoyramarknaðin. Eisini fór ein skipan, ið savnar upplýsingar til smá flogfør.

Í Suður-Korea máttu 900 íbúðir í høvuðsstaðnum trína inn í ár 2000 uttan hita. Hitaskipanin breyt saman og hitin hvarv. Teldur á einum sjúkrahúsið í Suður-Korea skrásettu tað fyrst fødda barnið ár 2000 til at vera 100 ára gamalt.

Í Australia hava tveir statir fingið trupulleikar við bussferðaseðlaskipanum.

Í Kanada sýntust lyklarnir til trygdarrúmið hjá verjumálaráðnum ikki at vera ár 2000 tryggir.

Í USA komu boð frá sjey atomorkuverkum um trupulleikar, men trupulleikarnir ávirkaðu hvørki streymveitingina ella trygdina. Ein reaktorur hevði trupulleikar við skipanunum, ið halda eygað við rørðslu inn og út frá stáluøkjum, men villan varð beinanvegin rættað. Ein annar reaktorur fekk eisini smávegis trpulleikar, men eisini hetta brekið varð beinanvegin rættað.

150 spælimaskinur við eina ríðibreyt gingu fyri, men kundu beinan vegin gerast aftur.

US Naval Observatory, ið hevur almennu skylduna at rokna støðuna hjá jørðini og hinum gongustjørnunum, segði beint eftir midnátt árið at vera ár 19.000.

Annars frættist ikki um stórvegis ár 2000 trupulleikar, hvørki í Føroyum ella úti í heimi.