Víkingar

FRAMSÝNING. Í tveimum amerikanskum stórbýum hava fólk kunna sæð eina víkingaframsýning, har eisini Føroyar eru við

 

Amerikanski stórbýarbúgvin hevur seinastu tíðina havt høvið at kunna seg um víkingar og tað samband, sum vit norðbúgvar høvdu við Amerika longu fimmhundrað ár innan Kolumbus. Tað er norðuratlantiska víkingasambandið við Helluland, Markland og Vínland. Støðini, sum í dag rópast Baffin Island, Labrador og New Foundland.

Framsýningin, sum ber heitið »Vikings ? the North Atlantic Saga« fór av bakkastokki í amerikanska høvuðsstaðnum Washington í apríl í fjør. Fram til miðjan august høvdu tvær milliónir sæð framsýningina. Síðani flutti framsýningin til New York, har latið varð upp 19. september. Dagliga hava 2000-5000 fólk vitjað framsýningina í New York, til hon lat aftur í síðstu viku, sigur Smithsonian stovnurin í National Museum of Natural History, sum er karmur um framsýningina.

Framsýningin sigur søguna um víkingarnar við at samanvinna søgu, fornfrøði, skaldskap av mannamunni, bókmentir og náttúrivísindi. Kann henda, at miðal amerikubúgvin eftir hetta fer at hava eina aðra og meiri fjøltáttaða mynd av víkingum. Eitt fólk, sum ikki einans vóru harðrendir yvirgangskroppar, men eisini framúr handverkarar og sjómenn. Eina mynd, sum ber brá av øðrum enn eini norrønari deild av Hell?s Angels, fyri at halda víkingarnar upp móti einum nútíðar stórbýarhugtaki.

Eisini Føroyar eiga part í hesi enskt mæltu framsýningini um víkingarnar. Á National Museum of Natural History eru sýnislutir frá Føroya Fornminnissavni, og í eini snotuligari bók, sum er partur av framsýningini, skrivar Símun V. Arge ein áhugaverdan kapitul um víkingatíðina í Føroyum.

Útsjónd og uppseting í bókini allari eru hartil ein fragd fyri eygað. Fremst í bókini er mynd úr Suðuroy, sum Símun V. Arge hevur tikið, og inngangurin er eftir navnframu Hillary Rodham Clinton. Bókin, sum ber sama navnið, sum framsýningin, fevnir um 430 blaðsíður. So hetta er ein bæði tignarlig og umfatandi bók. Kanska verður hetta endaliga víkingabókin. Bókin, sum út í æsir lýsir hetta fyri okkum so týdningarmikla tíðarskeið. Eitt tíðartskeið, sum mangan verður misskilt, ella beinleiðis misnýtt, til dømis í altjóða nazi-propaganda. Carin Orling úr Stockholm greiðir í bókini frá um norrøna dreymin og dregur fram vandamikla víkinga-romantikkin undir krígnum. Ritstjórin, Elisabeth I. Ward, hugleiðir um víkingar í amerikanskari mentan undir heitinum »Reflections on an icon«, har hon umframt hjálmar, krúss og teknirøðir nevnir filmin »The Vikings«. Í hesum filmi frá 1954 høvdu Kirk Douglas og Janet Leigh mannligu og kvinnuligu høvuðsleiklutirnar. Tað var í hesum sama filmi, at nakrir føroyingar vóru statistar, teirra millum Eyvindur Mohr.

Tað er norrøna ráðharraráðið, ið hevur tikið stig til framsýningina, sum bókin tekur støði í. Millum stóru handilsligu stuðlarnar á framsýningini er bilverksmiðjan Volvo og flogfeløgini SAS og Icelandair. Hóast framsýningin nú letur aftur í New York, kann lesast um hana í alnetinum á www.amnh.org/exhibitions/vikings/ Á hesi síðu ber eisini til at royna seg við rúnarstavum.ýning, har eisini Føroyar eru við.