- Eg blandi meg als ikki í kjakið um avgjaldið á sodavatn og góðgæti, men vil bert greiða frá høvuðsinnihaldinum í hesum vælumtóktu søtmetum, nevniliga sukrinum, sigur heilsukostráðgevin, Olga Hentze.
- Bæði hvítt og brúnt sukur er reinsað soleiðis, at nærum øll mineralir frá upprunaplantuni eru burtur. Av tí, at sukur ikki inniheldur mineralir og vitaminir, má tað læna mineralir frá kroppinum fyri at kunna upptakast, sigur hon.
Avleiðingar av sukri
Víðari sigur Olga, at serstakliga er tað krom, ið likamið verður drenað fyri, tá vit eta sukur. Er ov lítið krom í kroppinum, er umframt vantandi orku, vandi fyri at fáa ov høgt kolesterol, æðraforkálking ella sukursjúku. Og menn, sum eta nógv sukur, skulu rokna við at hava vánaliga sáðgóðsku.
Tað er lætt at eta sukur í stórum nøgdum, og av tí at tað oftast er blandað við kaloriuríkum kosti, endar tað við, at vektin gerst ov høg.
Avleiðingarnar av yvirvekt eru ofta hjartatrupulleikar og ov høgt blóðtrýst. Og sanniliga kann ein klænur persónur, ið etur nógv sukur, eisini fáa ov høgt blóðtrýst.
Roykjarar, ið eta nógv sukur, eru í størri vanda fyri at fáa blóðtøppar, og blóðsirkulatiónin í beinunum gerst verri.
Umframt alt hetta og tann skaða sukur ger á tennirnar, eru sukurátarar eisini útsettir fyri at fáa B-vitaminmangul. Hjá eldri fólki leiðir B-vitaminmangul til órógv og deprisjón. Børn, ið eta nógv góðgæti og sukur, gerast rastleys og hava ilt við at konsentrera seg.
- Vánalig heilsa er í stóran mun tengd at, tá fólk eta sukur. Tað einasta góða við sukri er, at fólk, ið eru álvarsliga sjúk og tí ikki kunnu eta, í fáar dagar kunnu haldast á lívi við sukri, salti og vatni. Eisini kunnu sár grøða skjótari, um sukur verður lagt á, sigur hon.
Olga sigur, at eingin ivi er um, at heilsan í stóran mun liggur í okkara egnu hondum.
Keldan til góða heilsu
4o ára gamla Olga Hentze er fødd í Ukraine. Síðani hon var blaðung hevur hon havt áhuga í náttúruviðgerðarhættum.
Hon hevur tikið fleiri skeið, bæði í Ukraine og Onglandi, eitt nú alternativum heilivági.
Eina tíð búði hon í Vestur Afrika, har hon hevði egna læknastovu, men í 2001 flutti hon til Føroya við familju sínari.
Í løtuni býr hon á Toftum, har hon hevur egna fyritøku sum heilsu- og kostráðgevi. Eisini undirvísir hon í heilsu og kosti í kvøldskúlanum í Runavík.
- Kostráðgeving ella terapi er rættiliga nýtt, og sertakliga í Føroyum, verður ikki hildið so nógv um slíkar viðgerðarhættir. Men sum við næstan øllum, so nýtist eisini hesum tíð at vaksa og mennast, sigur hon.
Hon heldur, at fólk eru óvitandi um Guds gávu til menniskjuni, nevniliga týdningin av heilsugóðum kosti.
Olga Hentze sigur at enda við Sosialin, at hon roknar við, at kostráðgeving í framtíðini fer at verða besta keldan til javnvág og góða heilsu.










