nú her fyri spurgt eigaran, um tað kundi lata seg gera, at teir kundu fáa ærina, um so var at teir fingu hendur á henni og tað hevði eigarin onki ímóti. Týsdagin kl 9 møttu so 12 mans úr Hvalba og Sandvík [...] kik eina løtu aftur og fram, men so rendi hon seg heilt upp ímóti berginum og mennirnir kundu lættliga spennan netið út, og fáa hendur á henni. Hetta tók ikki nógvar minuttir. So vórðu ær og menn hálað [...] Tjørnunesi. Klokkan 15 vóru allir mennirnir og ærin so endiliga komin inn á keiina á Bíargarði í Hvalba. Menn fóru heim at skifta og eta. Fyrrakvøldið var so ærin flett. Hon varð vigað áðrenn hon varð flett
týdningarmikið, at man hvørt ár letur einar tveir ungar leikarar sleppa fram at liðnum. Um man letur ov nógvar sleppa fram at í senn, so verður liðið ikki nóg roynt til at fáa neyðugu úrslitini. Komandi k [...] eydnast stak væl, so merkir hetta ikki, at tað verður slakað í venjingini komandi ár. Hann sigur, at hann er bert harmur um tveir dystir í ár, og eru tað ósigurin móti B36 í landskappingini og so Europa-Cup tapið [...] at hann er sera glaður teirra vegna, tí at teir hava arbeitt so »seriøst« gjøgnum alt kappingarárið. Hvat orsøkin var til, at HB spældi so framúr væl, sum teir gjørdu leygardagin, er ilt at siga, men Ion
búskaparligt sjálvbjargni. Sum so er einki nýtt í tí. Hetta hava fólkafloksmenn sagt so leingi, og hetta er so eisini partur av boðskapinum hjá javnaðarflokkinum. Men tað er sum um fólkafloksmenn nú vilja síggja [...] til fullveldi er ikki so einføld og løtt, sum mong kanska høvdu roknað við. Hann metti tað vera nógv torførari at fáa fleirtal fyri broytingum, um tað ikki kom meira greitt fram, hvussu eitt nú búskaparligu [...] sum komu fram undir orðaskiftinum. Lesarar okkara nær og fjar eru heldur enn vælkomnir at vera við í hesum orðaskiftinum. VENDA vit nú aftur á heimabeitið - til okkara egna gerandisdag, so er eisini mangt
hevur Toda til fyrimynd, so tað var dagur í viku, tá hann kom á vitjan. Børnini hugnaðu sær so allan dagin, og grill-veitslan uttan fyri byrjaði um hálvgum fimmtíðina, og tey hildu fram til klokkan leið móti [...] Onkur av børnunum søgdu, at tey tímdu als ikki at fara í skúla, tí tað var so stuttligt at ganga í útibarnagarð. Men tað sleppa tey so ikki undan, og tískil skipaðu foreldrini fyri eini hugnaløtu uttanfyri [...] spildurnýggjar. Tiknar um morgunin, tá Útistova fekk forkunnuga vitjan. Pápin hjá Hans, sum gongur í Útistovu, kennir Toda Jónsson. Teir báðir vóru farnir ein biltúr hendan morgunin og løgdu so leiðina framvið
samstarva um møguleikan at bjóða seg fram sum vertir fyri HM-endaspælinum fyri kvinnur í 2027, skrivar Fótbóltssambandið. Samstundis hevur danska fótbóltssambandið, DBU arbeitt við ætlanunum um, at EM-endaspælið [...] ondini hava javnan tosa um, hvørja stóra kapping, tey í felag skulu bjóða seg til at hýsa. Og í fyrstu atløgu er avgerð tikin um, at norðurlondini bjóða seg fult og heilt fram sum vertir fyri EM-endaspælinum [...] teimum seks norðurlendsku fótbóltssambondunum, kann talan gerast um eina stóra, ógloymandi og væl skipaða kapping, sum skal fyriskipast um minni enn fýra ár. – Seinastu árini hava vit samstarva miðvíst við
Fiskirannsóknarstovuni í serliga stóran mun. Líka so væl sum »skeiv ráðgeving«, um hon verður fylgd, kann kosta samfelagnum 100 tals milliónir árliga. Líka so væl kunna skeivar politiskar avgerðir, ið ikki [...] politisku skipanina. Um tað er so, at politikkararnir ferð eftir ferð hava tikið skeivar avgerðir ímóti fakligari ráðgeving, sum hava kostað samfelagnum og harvið okkum borgarum dýrt, so eigur hetta sjálvandi [...] sjálvandi eisini at koma fram í ljósið. Vísir kanningin, at Fiskirannsóknarstovan ikki veitir kompetenta ráðgeving, so eigur tað at fáa onkrar avleiðingar, tí sum Jørgin so rætt sigur, avleiðingarnar kosta
lagt fram við ánni. Her kundi verið ein snøgg gøta við benkrum fram við ánni. Eitt veðurgott pláss upp til grøna vøllin og fyrst bygda sethúsið á Tvøroyri. Væl grundaður spurningur kann setast, um tað var [...] tekniskum leiðingum, so kann ikki sigast annað enn, at kommunan júst hevur lagt fótonglar fyri sær sjálvari og teim fólkum, sum búga í kommununi, og meira og minni forða og dýrkað um eina skilagóða framtíðar [...] Suðuroy har lendisumstøður og veðurlíkindini eru so mikið góð, at til ber at gera ein flogvøll, ið kann taka flogfør í stødd við t.d. SAAb 340, ið tekur um 30 ferðafólk og lastar umleið 12-14 tons. Í kl
avtala fyrst er gjørd við Shengen um at eftirlitið, sum nú er, kann halda fram. Smyril Line sigur, at heldur avtalan við Shengen ikki fram, verða Føroyar triðjaland og so skal passeftitlitið herðast munandi [...] - Vit ráða staðiliga frá at útlendingamálið verður yvirtikið uttan so, at ein avtala við Schengen um at verandi skipan heldur á fram, tí annars fær hetta vanlukkuligar avleiðingar fyri Pf Smyril Line, [...] uttan at ein avtala verður gjørd við Shengen um eftirlit Tað heldur Smyril Line Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkinum um at yvirtaka útlendingamál. Men Smyril Line
Okkara uppgáva og ynski er at kveikja fólk til at koma fram við sínum handverki og stimbra tey til at halda fram. Soleiðis vóna vit at kunna taða lendið, so tey fáa møguleikan at vaksa á sín egna hátt framyvir [...] verkstøðum sleppur framat hósdagin. Tá verða mannfólkini serliga væl umboða, so teir hava eisini sítt pláss á Gluggaglæmu, sjálvt um ongin mannfólkaklæði vóru millum innkomnu pløggini til Upprák. - Har eru [...] Pakkhúsi leygardagin. Tiltakið, sum byrjaði við nøkrum smáum, livandi verkstøðum, er bara vaksið ár um ár, og er hesuferð víðka við snið og handverkskappingini Upprák og eini stórari ráðstevnu. Innkomnu
leysari hugleiðingar um samfelag, mentan og hvørt av sínum. Eisini fara vit at hýsa aktuellum viðmerkingum frá tingfólki ella øðrum, ið sjálvi eru partar í samfelagsmeldrinum. Vit fara so at skifta millum [...] ella vit taka ymisk mál og evni fram í sama blað. Skal debattin í Sosialinum eydnast væl, er tað neyðugt at fáa nøkur av mongu skilafólkum okkara upp úr holunum at skriva um evni, sum tey kenna til og duga [...] ongdina í samfelagnum, at so mong sum til ber fáa atgongd til hesa debattina eitt nú sum klassasett í skúlunum umframt at hon verður til taks á almennum støðum og stovnum, so debattin í Vikuskiftissosialinum