Klaksvík:
Roykurin frá grillaðum pylsum og búffum stóð langan veg frá barnagarðinum. Í trøunum hingu ballónir og prýði av ymsum slagi og allan vegin eftir hegninum vóru føroysk fløgg at síggja.
Útibarnagarðurin ella Útistova, sum tað er betur kent, segði sínum elstu børnum farvæl, sum fara í skúla í summar. Onkur av børnunum søgdu, at tey tímdu als ikki at fara í skúla, tí tað var so stuttligt at ganga í útibarnagarð. Men tað sleppa tey so ikki undan, og tískil skipaðu foreldrini fyri eini hugnaløtu uttanfyri, har børn við familjum, starvsfólk og onnur hugnaðu sær í góðveðrinum. Sólin var ikki frammi, men tað var stak lýtt, so væl bar til.
Har var snoðbreyð, pylsur, búffar og annað gott, sum bleiv grillað. Og eisini gjørdu tey popp-corn yvir bálinum. Sangur var eisini á skránni, og børnini runnu runt og spældu og stuttleikaðu sær óført, meðan tey vaksnu hugnaðu sær.
Inni í húsinum hekk ein plakat við nøkrum myndum á. Hesar myndirnar vóru spildurnýggjar. Tiknar um morgunin, tá Útistova fekk forkunnuga vitjan. Pápin hjá Hans, sum gongur í Útistovu, kennir Toda Jónsson. Teir báðir vóru farnir ein biltúr hendan morgunin og løgdu so leiðina framvið Útistovu. Hetta var púra óvæntað, og ongin visti av hesum frammaundan.
? Tað var so stuttligt at síggja børnini, tá tey varnaðust hann, greiðir Anni Joensen, leiðari, frá.
Hon sigur, at tað bleiv onki róp ella nakað. Tey stóðu bara pinnastill og gløddu at honum, meðan hann gekk frá bilinum og yvir til børnini. Todi var hjá teimum eina løtu, hann skrivaði autografar og hugnaði sær saman við børnunum. Og fegin og errin vóru tey. Útistova hevur eitt fótbóltslið, sum hevur Toda til fyrimynd, so tað var dagur í viku, tá hann kom á vitjan.
Børnini hugnaðu sær so allan dagin, og grill-veitslan uttan fyri byrjaði um hálvgum fimmtíðina, og tey hildu fram til klokkan leið móti átta. Tá fóru tey seinastu heim glað og væl nøgd við henda seinasta felagsdagin hjá teimum øllum.
Tey børnini, sum í summar fara í skúla, fara at halda fram í frítíðarskúlanum undir Mylnuhúsinum, Sornhúsið.