Tinghellan ? nýtt debatforum í Sosialinum

    

Seinastu mongu árini hevur Sosialurin ment seg til eitt veruligt tíðindablað fyri allar føroyingar. Aftrat hesum fjølbroytta tilfari úr øllum pørtum av landinum vil blaðið eisini gera meira við orðaskiftið - debattina og fara vit í nýggja Vikuskiftissosialinum hvørja viku at bjóða okkum fram sum sterkasta og vónandi mest áhugaverda og seriøsa debattforum í Føroyum. Sosialurin hevur leingi havt kronikkir, klummur, lesarabrøv og tinghellur, sum tilsamans hava verið góð íkast í føroysku debattina. Hereftir ætla vit at skipa hetta meiri miðvíst til m.a. eina sektión við kjaki og kønum greiðningum eina ferð um vikuna.
Debattin í Sosialinum fer tí sum nakað nýtt eisini at fylla nakrar síður hvørt vikuskifti, sum tí verður eitt vikuskiftisblað við ordiligum krammi í. Debattin, sum fær heitið "Tinghellan" , fer at fevna um sjálva tinghelluna, ið er ein analysa av viðkomandi politiskum og samfelagsligum evnum, saman við journalistiskum frásagnum, ið tengdar eru at analysuni. Síðani vera klummur og kronikkir, sum eru heldur fríari og leysari hugleiðingar um samfelag, mentan og hvørt av sínum. Eisini fara vit at hýsa aktuellum viðmerkingum frá tingfólki ella øðrum, ið sjálvi eru partar í samfelagsmeldrinum. Vit fara so at skifta millum at taka upp ávís evni, sum verða viðgjørd burturav í debattini í Vikuskiftisblaðnum ella vit taka ymisk mál og evni fram í sama blað.
Skal debattin í Sosialinum eydnast væl, er tað neyðugt at fáa nøkur av mongu skilafólkum okkara upp úr holunum at skriva um evni, sum tey kenna til og duga greiða frá. Debattin hevur fleiri góðar hjálparredaktørar, eitt nú Boga Eliassen og Kára á Rógvi, ið eisini eru til reiðar at geva fólki ráð og ?feed-back?, áðrenn grein fer í blaðið.
Sosialurin ætlar, um hetta tiltak eydnast okkum, at geva tinghellugreinar, kronikkir og klummur út í bóklingi til jóla á hvørjum ári. Heitið verður "Tinghellan ? íkast til almenna orðaskiftið". Hetta gera vit, tí góðar tinghellugreinar og kronikkir røkka longur fram enn til dagin, tær eru skrivaðar, og skulu kunna vera partur av framhaldandi orðaskiftinum.
Eisini kann tað vera gagnligt fyri sama orðaskiftið og fyri demokratiseringstilgongdina í samfelagnum, at so mong sum til ber fáa atgongd til hesa debattina eitt nú sum klassasett í skúlunum umframt at hon verður til taks á almennum støðum og stovnum, so debattin í Vikuskiftissosialinum gerst partur av førninginum hjá almenningi,, felagsskapum, embætisfólki og politikarum.,
Øll kunnu vera við til at fylla karmarnar í Tinghelluni út. Sjálvt grundarlagið undir slíkum tiltaki er tað fría orðið tvs. at her skulu allar hugsanir og meiningar hava innivist. Hevur tú hug at vera við antin sum tinghellu-, kronikk- ella klummuskrivari vilja vit fegin hoyra frá tær. Tú kanst ringja til okkara, 341800 og spyrja eftir Jan ella Eirikki ella tú sendir okkum ein teldupost: debattin@sosialurin.fo