Føroyingar mugu fyri alt í verðini ikki yvirtaka útlendingamál uttan at ein avtala verður gjørd við Shengen um eftirlit Tað heldur Smyril Line Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkinum um at yvirtaka útlendingamál. Men Smyril Line mælir staðiliga frá at tað hendir uttan at avtala fyrst er gjørd við Shengen um at eftirlitið, sum nú er, kann halda fram.
Smyril Line sigur, at heldur avtalan við Shengen ikki fram, verða Føroyar triðjaland og so skal passeftitlitið herðast munandi. - Vit hava royndir í Hetlandi, sum er uttan fyri Schengen og har elvdi passeftirlitið til seinkingar, hóast ferðafólkatalið ikki var tað stóra. - Smyril line má fáa trygd fyri, at seinkingar í ferðaætlanin ikki fara at standast av hesum, sigur felagið. Tey siga, at Norrøna siglur so nógv, at tað er trupult at heinta seinkingar inn aftur. - Skal skipið brúka upp aftur longri tíð í havn, er stórur vandi fyri at ein møgulig seinking ikki kann heintast inn aftur. Og verða seinkingar, fer hetta at kosta Smyril Line ómetaligar stórar peningaupphæddir í øktari oljunýtslu fyri at halda ferðaætlanina, umframt ónøgd ferðafólk og at motorarnir fara at kreva betri røkt.
Smyril Line staðfestir eisini, at tað skal munandi meira manning til passeftirlitið, tí uppgávurnar verða munandi meira umfatandi, eisini á Seyðisfirði og Hirtshals, og tað fer at hava sera stórar eyka útreiðslur fyri Smyril Line. Sum støðan er nú, fær Smyril Line onga rokning frá Løgreglunum í Føroyum og Danmark. Annars rindaði Smyril Line tollvaldinum í Føroyum 600.000 krónur í 2013 og tað var bara fyri at avgreiða tollskylduga vøru.
Smyril Line vísir samstundis á, at økt eftirlit krevur góðar umstøður og tí kann verða neyðugt við umbyggingum og byggingum á Seydisfirði, í Tórshavn og í Hirtshals. Eitt nú skulu fleiri girðingar gerast til akfør og ferðafólk, og í Tórshavn skal alt parkeringsøkið til akfør innan fyri check-inn skúrarnar girðast inni.
Tað merkir, at Strandferðslan kann ikki brúka økið ímeðan lastað og lossað verður, og harumframt kann Smyril ikki brúka parkeringsøkið við Farstøðina í tríggjar tímar áðrenn Norröna kemur. Tí spyr Smyril Line, hvør skal gjalda fyri allar hesar broytingarnar, sum fara at krevjast.
Smyril Line vísir eisini á, at tá ið fremmand fólk koma við Norrønu og søkja um friðskjól í Føroyum, hava tey verið send til Danmarkar uttan eyka gjald fyri Smyril Line. - Hvussu verður støðan, tá Føroyar verða mettar sum triðjaland í Schengen, spyr Smyrlil Line.
- Vit ráða staðiliga frá at útlendingamálið verður yvirtikið uttan so, at ein avtala við Schengen um at verandi skipan heldur á fram, tí annars fær hetta vanlukkuligar avleiðingar fyri Pf Smyril Line, sigur felagið við Løgtingið.
|