Tá ið HB spælir dyst, stendur venjarin Ion Geolgau ein stóran part av tíðini og rópar á sínar menn. Hann kann, undir dysti, virka nakað snarsintur, men so skjótt sum dysturin er lokin, er hann ein ógvuliga fyrikomandi og stillur maður.
Ion Geolgau er sera vælnøgdur við kappingarárið í ár, men sigur í sama andadrátti, at hóast árið í ár hevur eydnast stak væl, so merkir hetta ikki, at tað verður slakað í venjingini komandi ár.
Hann sigur, at hann er bert harmur um tveir dystir í ár, og eru tað ósigurin móti B36 í landskappingini og so Europa-Cup tapið í Finnlandi.
Rumenin er nøgdur við avrikini hjá leikarunum hjá HB og leggur aftrat, at hann er sera glaður teirra vegna, tí at teir hava arbeitt so »seriøst« gjøgnum alt kappingarárið.
Hvat orsøkin var til, at HB spældi so framúr væl, sum teir gjørdu leygardagin, er ilt at siga, men Ion Geolgau hevur sítt boð upp á hetta. Hann sigur við Sosialin, at einki trýst var á leikarunum, og at teir tískil sluppu at spæla frítt, og at fuglfirðingar góvu HB-arunum alt ov nógv pláss.
Komandi ár
Sum áðurnevnt, so ætlar HB-venjarin ikki at slaka við venjingini komandi ár, heldur tvørturímóti. Hann sigur eisini, at hópurin verður nærum tann sami. Tó kunnu vit vænta, at einir tríggir ella fýra av unglingaliðnum hjá HB fara at verða í hópinum.
Ion Geolgau sigur, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at man hvørt ár letur einar tveir ungar leikarar sleppa fram at liðnum. Um man letur ov nógvar sleppa fram at í senn, so verður liðið ikki nóg roynt til at fáa neyðugu úrslitini.
Komandi kappingarár væntar Ion Geolgau, at HB fer at fáa mestu mótstøðuna frá serliga B36 og KÍ, men eisini GÍ.
Hans, Johannes og Súni Fríði á landsliðið
Venjarin hjá HB sigur at enda, at hann er ikki heilt nøgdur við landsliðsúttøkuna. Hann sigur seg ikki skilja, at eitt lið, sum hevur
vunnið greipuna, bert hevur tveir ella tríggjar mans á landsliðnum. Hann hevði sjálvur fegin sæð Hans á Lag, Johannes Joensen og Súna Fríða Johannesen í hópinum hjá Allani Simonsen.