Tað bar ikki sørt brá av finalu um europeiskt atgongumerki, tá ið B36 seinnapartin hevði vitjan av Víkingi.
Úrslitið var 1-1, og tað ber við sær, at Víkingur framvegis er á fjórða plássi. Tað eru tvey stig frá árstalsfelagnum og fram til Víking.
-Vit kundu havt vunnið, tí vit høvdu síðstu løtuna tríggjar heilt góðar møguleikar at skora sigursmálið, hóast vit í meiri enn ein hálvan tíma vóru undirmannaðir. Men Víkingur hevði eisini sínar møguleikar, og talan var um sera intensa og góða uppgerð, har báðir partar løgdu nógv fyri, var staðfestingin hjá B36 venjaranum Jákupi Martin Joensen í samrøðu við FM1 útvarpið.
B36 varð undirmannað tíggju minuttir eftir steðgin, tá ið B36 miðvallarin Ragnar Samuelsen sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini ostaskorpuna.
B36 legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið vongverjin í vinstru Símun Sólheim annað vikuskiftið á rað var málskjútti. Eftir innlegg úr høgru frá Hannesi Agnarsson stýrdi hann aftanfyri handara stólpa bóltin dygst inn við nærra stólpa.
Víkingur javnaði átta minuttir eftir steðgin til 1-1. Vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson átti uppleggið, og tað var Jákup Johansen, sum eitt sindur úr høgru og úr stuttari fjarstøðu sendi bólti upp í nettakið.
Hóast víkingarnir vóru 11 ímóti 10, so eydnaðist tað ikki gestunum at umseta manningarligu yvirvágina til sigur.
-Tað er týdningarmikið fyri okkum, at vit framvegis eru á fjórða plássi, og at tað harvið er upp til okkum sjálvar at halda tørn um fjórða plássið. Nú hugsa vit bara um næsta dystin, sum verður leygardagin, tá ið vit fáa vitjan av TB, staðfestir Jørgen Nielsen hjá Víkingi í samrøðu við FM1 útvarpið.
Næsti dystur hjá B36 verður fríggjakvøldið, tá ið mótstøðuliðið verður NSÍ í Runavík.
B36 – Víkingur 1-1 (1-0)
1-0: Símun Sólheim 25.
1-1: Jákup Johansen 53.
Dómari: Eiler Rasmussen
B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Heini Vatnsdal, Børge Petersen, Símun Sólheim – Hannes Agnarsson, Jógvan Kárason Gullfoss, Bogi Reinert-Petersen, Ragnar Samuelsen, Pætur J. Petersen – Tobias Hansen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Arnór Brandsson, Olaf Bárðarson, Ingi Jonhardsson – Jørgen Nielsen