Danska loftrúmið stongt fyri sivilum dronuflúgvingum

Alt loftrúmið í Danmark verður stongt fyri sivilum dronuflúgvingum í eina viku eftir fleiri hendingar við illgrunasamum dronuvirksemi.

Loftrúmið í Danmark verður stongt fyri sivilum dronuflúgving í eina viku fram til fríggjadagin 3. oktober Forboðið er sum svar uppá illgrunasama dronuvirksemið seinastu dagarnar og fyri at skapa eyka trygd á ES-toppfundinum, sum Danmark er vertur fyri í næstu viku. (Savnsmynd). - Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Tað boðaði danska samferðslumálaráðið frá fyri Ritzau sunnudagin.

Stongsulin av loftrúminum kemur í gildi mánadagin 29. september og verður galdandi til 3. oktober Forboðið verður galdandi alt samdøgrið, stendur í fráboðanini.

Hesin stongsul av loftrúminum fyri sivilum dronuflúgvingum fellur saman við ES-toppfundinum, sum Danmark er vertur fyri í næstu viku.

Brot á forboðið kann hava við sær bót ella fongsul í upp til tvey ár, stendur í fráboðanini.

/Ritzau/